Samanhald fram um alt

Samanhald fram um alt
Eg fekk eitt prátt við Brynjar Hlodersson, Lasse Thillitz Andreasen og Grétar Snær Gunnarsson, um teirra tíð í Føroyum.
12.10.2018 - 13:55

Fólkið streymar inn, og áskoðaraplássini fyllast av fólki av øllum slag. So ymisk, sum øll eru, so hava tey eitt í felag, og tað er HB. Eitt sekund ella tvey gloymur man, at man er staddur í Klaksvík, tí reyði liturin er at síggja fleiri metrar vekk. HB er føroyameistari 2018.

 

Farið varð í HB-húsið, har ein FM-stoltleiki merktist langan veg. Eg hittist við tríggjar ungar leikarar, sum enn livdu upp á gleðina av heiðrinum, sum teir vunnu fyri heilt stuttari tíð síðani. Eg merkti beinan vegin, at teir høvdu eitt heilt serligt samband við hvønn annan. Teir eru allir útlendskir fótbóltsleikarar, og teir eru komnir allan vegin til Føroya bara fyri at spæla við HB. Eg hitti Lasse Thillitz Andersen, Brynjar Hlodersson og Grétar Snær Gunnarsson, ið seinastu mánaðirnar hava leikað við føroyameistarunum HB.

 

Ein nýggjur, føroyskur kapittul

 

Eingin av teimum hevur roynt seg uttanlands fyrr, so at koma til Føroya var nakað heilt serligt. Hóast teir vistu lítið og einki um bæði felag og land, so tóku teir avgerðina og komu hendan vegin. Tó vistu teir áðrenn, at HB hevur haft nøkur trupul og hørð ár, og felagið hevur ikki megnað at ogna sær meira enn eitt fimta pláss tey seinastu árini. Hetta sóu teir bara sum eina avbjóðing, ið skuldi megnast. Íslendingarnir høvdu eisini frætt, at Heimir Guðjónsson var venjari, og har teir koma frá, hevði hann eitt gott orð á sær. Hann er kendur fyri at fara eftir einum fyrstaplássi og ongum øðrum.

 

Tað er altíð løgið at koma til eitt nýtt stað, men at koma til Føroya var ein kollvelting, tí alt víkur so nógv frá tí, sum ein er vanur við. Eitt, sum teir serliga blivu kløkkir av, var, hvussu friðarligt og róligt huglag føroyingar hava. Lasse, sum er komin úr Danmark, minnist aftur á tann eina morgunin, tá hann skuldi til arbeiðis, og ein lastbilur steðgaði beint framman fyri bilin hjá honum fyri at tøma lastina. Har var lang kø, men eingin gjørdi vart við tað. Hetta, heldur hann, lýsir væl, hvussu tolnir føroyingar eru. Brynjar heldur, at tá man er vanur við at búgva í einum størri býi sum Reykjavík, so er tað fantastiskt at koma til eitt stað, har man merkir tann innara friðin.

 

 

 

Man má vera sín egni pressari

 

Sum útlendskur fótbóltsleikari so eru nógvir pengar og nógv orka brúkt fyri at fáa teir higar, og tískil liggur eitt eyka trýst á teimum. Fjepparar, venjarar, sponsorar og liðfelagar vænta øll, at teir skulu liva upp til tað, teir eru keyptir fyri. Sjálvandi er tað hart, men tað nyttar ikki at hugsa um tað, tí annars gongur tað galið, siga teir allir.

 

- Tað er týdningarmikið, at man er sín egni pressari, tí tað er bara ein sjálvur, sum kennir síni egnu mørk best, og um man ikki klárar meira, so klárar man ikki meira, sigur Lasse. Tó merkir man ikki so nógv til trýstið, tí tað hevur gingið teimum so væl í ár. Allir eru teir samdir um, at um tað hevði gingið illa, so hevði støðan heilt víst verið ein onnur.

 

Tað er hart, men man venur seg við tað

 

Hóast teir hava spælt fótbólt, síðan teir vóru heilt lítlir, so er tað enn ein avbjóðing. Tað er ongantíð lætt at fara upp klokkan 06.00 næstan hvønn morgun at venja, fyri so at venja aftur tólv tímar seinni. Umframt venjing, so hava allir starv, sum er frá 08.00-17.00 hvønn dag. So tá dagurin er liðin, er ikki nógv eftir til tað sosiala. Men hetta ger einki, tí tað var hetta, sum teir søgdu ja til, og teir fegnast um, at teir kunnu gera tað, teir elska - at spæla fótbólt. Eisini eru teir so tættir, at tað sosiala hongur saman við venjing og arbeiði.

 

Summar tíðir kann saknurin til heimlandið og vinfólkini umframt familju fylla nógv. Tað eru eisini løtur, har man kennir seg einsamallan. Tískil er tað gott, at man er upptikin allatíð, so man ikki hugsar um hetta. Vit hava eisini hvønn annan, so tað gongur nokk, greiður Grétar frá.

 

Um summarið var tað kanska serliga hart, tí man er vanur við allar møguligar siðvenjur, sum ikki vóru galdandi hesaferð. Men saknurin hvarv skjótt, tí summarið í Føroyum var minst líka gott, sum summørini har heima hava verið.

 

 

Vilja uppliva Føroyar

 

Orsakað av fótbóltinum hava teir longu vitjað nógvastaðni í Føroyum. Og tað eru summi støð, sum man dámar betri enn onnur. Eitt av favorittunum err Svangaskarður, tá teir leiktu ímóti B68, vegna steypakappingina. Tó hava teir sjálvir eisini vitjað fleiri støð, tí næstan hvørja ferð, teir hava ein frídag, so fara teir at vitja eitt nýtt stað. Teir hava eisini verið í grind í Gøtu, sum var eitt heilt serstakt upplivilsi. Brynjar minnist aftur á eina stuttliga hending tá hann var farin til grind í Gøtu har teir møttu Atla Gregersen, leikari hjá Víkingi, sum so bjóðaði teir til ein drekkamun.

- Hetta er eitt satt dømi um tað gestablídni, sum eyðkennur føroyingar, sigur Brynjar.

 

Í summar vóru teir eisini á teimum ymsu festivalinum, ið Føroyar hevur at bjóða. Teir blivu heilt tiknir av bóli tá teir sóðu hvussu nógvir festivalar vóru í einum so lítlum landi. Men eitt tað besta upplivilsið var Ólavsøkan. Tað var heilt serstakt at vera boðin inn til fólk, sum teir ikki kendu og at uppliva, hvussu stoltir føroyingar eru. Brynjar slapp eisini at royna tey føroysku klæðini, og tað var nakað heilt serligt at sleppa tað. - Eina løtu kendi eg meg sum ein rættan føroying, sigur hann.

 

 

Samanhald fram um alt

 

Allir hava drúgvar fótbóltsroyndir, og allir eru teir eisini samdir um, at samanhald og tryggleiki er tað týdningarmesta, um man skal megna at skapa eitt gott lið.

- Eg hevði nógv heldur viljað spælt við einum liði, har samanhaldið var gott, og eg tjenti lítið av pengum, enn at tjent eina rúgvu av pengum og spælt á einum liði við vánaligum samanhaldi, sigur Lasse avgjørdur, og hesum taka allir undir við. Teir halda, at góða samanhaldið á HB-liðnum er ein av orsøkunum til, at liðið megnaði at vinna FM-heitið so sannførandi. Hetta er galdandi fyri liðið, leiðsluna og fyri fjeppararnar.

 

Motivatiónin heldur á

 

Nú tá føroyameistaraheitið er komið í hús, so skuldi man kanska trúð, at hugburðurin á vøllinum fór at gerast øðrvísi, men so er ikki. Teir skulu framvegis kempa, tí teir hava eitt stigamet at vinna. Tað liðið, sum í dag hevur metið, er B36. Tað ger tað uppaftur meira spennandi, tí B36 og HB eru arvafíggindar. Í skrivandi løtu skal HB vinna sær eitt stig afturat hetta kappingarárið fyri at fáa meira enn 67 stig upp á eitt kappingarár, og so er stigametið teirra. Næsti dystur verður móti B36, sum eisini er næstseinasti fótbóltsdystur hetta kappingarárið. Eisini vilja teir ógvuliga gjarna vinna tann síðsta dystin, tí tað hevði verið løgið at gerast føroyameistari eftir at hava tapt ein dyst. Men líka mikið hvat, so eru teir nøgdir og fara at hátíðarhalda heiðurin meira, enn teir longu hava. - Vit ætla at gera okkurt heilt óvæntað, siga teir.

 

Teir síggja eisini allir fram til, at kappingarárið endar, tí tá kunnu teir njóta frítíðarløturnar hundrað prosent, og taka tað eitt sindur meira róligt, áðrenn farið verður aftur til heimlandið.

Teir eru allir samdir um, at fáa teir møguleikan, so vilja teir meira enn fegin halda fram í HB. Men sum nú er, taka teir ein dag í senn og síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.