Yvirlit: Tiltøk í november
Her er eitt yvirlit yvir tiltøk, tú kanska hevur áhuga í
01.11.2018 - 09:16

Eftir Jógvan Woxnæs Olsen

 

November er við at sníkja seg inn á okkum. Klokkan er sett til vetrartíð, og kalt er í veðrinum. Tú hevur kanska bestan hugin at bara liggja heima undir dýnini, og tú troystar tær ikki at fara út. Men um tú hevur hug at kaga undan dýnini, finnur tú skjótt útav, at tað ikki er neyðugt at sita heima og keða seg, tí í Føroyum er nógv at fara til hesa tíðina.

 

Her er eitt yvirlit yvir tiltøk, tú kanska hevur áhuga fyri.

 

Jasmin og Mark the Messenger í Perluni

Jasmin og Mark the Messenger verða at hoyra fríggjadag 2. november í Perluni. Jasmin er ein ungur bólkur, sum framførir soul og eletriskan pop við elementum úr lívinum í Føroyum, og oddadaman hevur eina einskilaða og originala rødd, sum hon er kend fyri. Mark the Messenger er ein spildurnýggju føroyskur bólkur, sum framførir eina blanding av modernaðum og progressivum poppi við einum sjatti av jazzi.

 

Um tú er áhugað/ur í nýggjum føroyskum tónleiki, so er hetta heilt sikkurt okkurt fyri teg.

 

Hvar? Perlan

Nær? 2. november kl. 21:00 – 23:59

Hvussu nógv? 100 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

 

Blátt Gras á konsertferð

Blátt Gras hevur verið í USA og gjørt eina nýggja og spennandi útgávu, sum teir kalla Framvegis. Eisini vóru teir í í North Carolina í upptøkuhølinum, Crossroads Studios, og gjørdu útgávu sína, Ávegis, í 2014.

 

Ókeypis atgongd.

 

Í samband við útgávuna verða hesar konsertir:

- Frelsunarherurin í Vági - fríggjakvøldið 2. november kl. 21.00

- Reinsaríið í Havn - leygarkvøldið 3. november kl. 20.00

- Libanon í Sørvági - fríggjakvøldið 9. november kl. 21.00

- Keldan í Skálafirði - sunnukvøldið 11. november kl. 20.00

 

 

 

Tarira í Auluni

Kórið Tarira fagnar Regini Dahl í orðum og tónum. Konsertin verður hildin í samband við Regin Dahl fagnaðardagarnar, sum verða hildnir 3. – 5. november.

 

Hvar? Aulan í Finsen

Nær? 3. november kl. 16:00

Hvussu nógv? 100 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

Fyrilestur við Ceciliu ”Ceecee” Jacobsen

Ceecee er fyrsti transsexuelli almenni persónurin í Føroyum, og leingi hevur hon verið tann einasti. Hon greiðir frá lívi og stríði sínum fyri at gerast tann, hon er í dag. Hon starvast í dag sum yrkis-life coach.

 

Hvar? Norðurlandahúsið

Nær? 8. november kl. 19:30

Hvussu nógv? Atgongumerkið kostar 250 krónu // um tú er lesandi, skal tú einans gjalda 150 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

 

B Jones í LUUX

B Jones kemur til Føroyar á øðrum sinni at framføra í LUUX. Hon var her og framførdi sítt DJ-show á Voxbotn í summar, har hon var væl móttikin, og nú vendir hon nøsini henda veg aftur.

 

Hvar? LUUX

Nær? 24. november kl. 23:30 – 03:45

Hvussu nógv? Kostnaður er 100 krónur

 

 

 

HUN SOLO á konsertferð

HUN SOLO er aftur á konsertferð í Føroyum. 5 kvinnuligir solistar – 1 føroysk og 4 danskar – framføra tónleik sín á eini konsert, sum er eyðkend av fjølbroytni, innileika og styrki. HUN SOLO eru Greta Svabo Bech, Gurli Octavia, Iris Gold, Nana Jacobi og Kirstine Stubbe Teglbjærg.

 

Tær hava upptraðkað í bæði Pakistan og Danmark í vár, og nú leita tær sær heim til okkara á eina spennandi konsertferð.

 

Tær framføra á hesum soleiðis:

- Listastovan í Miðvági - 9. november kl. 20:00 – 23:00 - 150 krónur

- Norðurlandahúsið - 10. november kl. 19:30 – 21:30 - 150 krónur

- Spaniastova í Klaksvík - 11. november kl. 16:00 – 17:45 - 150 krónur

Meira um tiltøkini her

 

 

 

Teitur á konsertferð

Teitur Lassen, sum er kendur fyri løg sum Josephine og Louis, Louis, hevur givið út nýggja útgávu, sum hann kallar, I Want To Be Kind. Í samband við útgávuna hevur Teitur verið á konsertferð í Týsklandi, Danmark, USA og í Føroyum. Størsti partur av føroysku konsertferðini er av, men enn hevur hann tvær konsertir eftir.

 

Tær eru so:

- SALT á Tvøroyri - 9. november kl. 20:30 - 22.00

- Løkshøll í Runavík - 10. november kl. 20:00 - 22:00

Meira um tiltøkini her

 

 

 

Harmonikukvøld á Reinsarínum

Stórt harmoniku kvøld verður á Reinsarínum við sangi og dansi til tey, sum eru sangglað og dansiglað

 

Hvar? Reinsaríið

Nær? Leygarkvøldið 10. november kl. 19:00 – 23:59

Hvussu nógv? 150 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

Býarskái í Runavík

Runavíkin bjóðar til stóran og hugnaligan býarskáa í døgunum 10. og 11. november. Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har handlar og matstovur hava longt sínar upplatingartíðir og skipað fyri ymiskum tiltøkum. Eisini verður tónleikur á skránni.

 

Teitur Lassen, sum er á konsertferð, skal spæla leygadagin 10. november í Løkshøll í Runavík, hugnalig Jazz Café verður í Løkshøll, har tónleikarar í einum samasettum bólki fara at framføra ymsan jazztónleik og so kemur Sverri Sólheim Ellingsgaard eisini at framføra. Streetfood kemur eisini á vitjan við, víðagitna ræstkjøtaburgaranum,

 

Hvar? Runavík

Nær? 10. – 11. november

 

 

 

Frumsýning: Bohemian Rhapsody

Stórfilmurin, Bohemian Rhapsody, hevur frumsýning í Havnar Bio og Atlantis í Klaksvík. Hann hevur fingið sera góð ummælir í fjølmiðlunum, og fólk hava glett seg í langa tíð at síggja hann. Hann er um lívið hjá heimskenda oddamanninum í rock-bólkinum Queen, Freddie Mercury.

 

Hvar? Havnar Bio og Atlantis Bio

Nær? 11. november

 

 

 

Burn Showdown

Burn Showdown verður nógv størri og meira fjølbroytt í ár. Yvir 20 kappingar eru við, og umleið 350 íðkarar koma úr øllum heiminum at luttaka.

 

Hvar? Høllin á Hálsi

Nær? 16. – 17. novembur

Hvussu nógv? VIP atgongumerki: 1000 krónur. Vanligt atgongumerki: 395 krónur. Børn: 120 krónur.

Meira um tiltakið her

 

 

 

Silvurdrongur og Elvito á konsertferð

Silvurdrongurin og Elvito eru á konsertferð í Føroyum. Silvurdrongur hevur gjørt nógv um seg í Føroyum hesa seinastu tíðina við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni, Silvurbók, sum er ein blanding av tónleiki, filmi og bókmentum.

 

Nú er hann so farin á konsertferð í Føroyum við føroyskt – danska bólkinum, Elvito.

 

Konsertinar eru:

- Tøting í Syðrugøtu - 21. november kl. 20:00 – 23:00 - kostnaður er 150 krónur, um tú er limur í tónleikasamtakinum, Grót, og 200 krónur, um tú ikki er limur

- SALT á Tvøroyri - 23. november kl. 20:00 - 22:30 - 200 krónur

- Spaniastova í Klaksvík - 24. november kl. 22:00 - 23:45 - 200 krónur

Meira um tiltøkini her

 

 

 

Føðingardagur hjá Havnar Jazzfelag

Havnar Jazzfelag heldur føðingardag við einum veldigum braki. 24. november fara tey at hátíðarhalda hann við einum spennandi tiltaki, har Jazzbólkurin, Blue Coat Brass Band, og nýggi og spennandi funk/pop bólkurin, Funksjón, fara at framføra. Eisini verður skráin fyri Vetrarjazz 2019 avdúkað.

 

Hvar? Reinsaríið

Nær? Leygardag 24, november kl. 19:30 – 23:00

Hvussu nógv? 100 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

VSJ í Perluni

Spildur nýggi bólkurin, VSJ, sum hevur ofta verið at hoyrt á festivalum kring landið og í útvarpinum fer at hava stóra konsert í Perluni. Sangir sum The Road, Something Magical og The Solution eru spældir á tamb í útvarpinum og hava fingið sera góð lurtaratøl á Spotify. Tónleikur teirra hevur verið at hoyrt á dansigólvum kring alt Evropa

 

Hvar? Í Perluni

Nær? Leygarkvøldið 24. november kl. 21:30

Hvussu nógv? 150 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

Chuck Berry heiðraður í Salt

Chuck Berry (1926 – 2017) var ein av undangongumonnunum í tónleikasjangruni, rock’n’roll. Guitarsnillingurin skrivaði og framførdi sangir sum Johnny B. Goode, Roll Over Beethoven og jólaklassikaran Run Rudolph Run, og nú skal hann heiðrast í Føroyum. Á kvøldsetuni kemur Meinhard Jensen at greiða frá um tónleikin hjá Berry, og so verður framført.

 

Hvar? SALT á Tvøroyri

Nær? 24. november kl. 21:00 – 23:00

Hvussu nógv? kostnaður er 200 krónur

Meira um tiltakið her

 

 

 

Livandi handverk aftur á skrá

Sera væl umtókta tiltakið, Livandi Handverk, sum verður hildið fyri triðu ferð, verður aftur 30. november. Tað snýr seg um dygdargótt føroyskt handverk, sum verður til keyps í Reinsaríinum og í Perluni. Verkstøð verða sett upp, har tú kann hyggja inn á gólvið og síggja, hvussu arbeitt verður.

 

Nøkur av verkstøðunum, sum vera har, eru Smiðjan á Trøllanesi, Joel Cole Art, Føroya Grótvirki og Spinnaríið Mona.

 

Hvar? Á Reinsarínum og í Perluni

Nær? Fríggjadag 30. november - sunnudag 2. desember

Hvussu nógv? Ókeypis atgongd

Meira um tiltakið her

 
 

 

 

Er Glasir ein diagnosu vinarligur skúli? Tað er glas allastaðni, og man sær inn í næstan allar krókarnar í skúlanum, líkamikið hvar man er. Men er Glasir ein diagnosu vinarligur skúli? 
Lost Frequencies á Voxbotn 2019 Belgiski dj’urin er júst kunngjørdur, sum fyrsta navnið á Voxbotn 2019
Fimm føroyskir makeup-instagrammarar tú burdi fylgt Tørvar tær íblástur til tað næsta look’ið, og skal tað vera meira “extra” enn eitt smokey eye?  Röddin hevur funnið 5 føroyskar instagrammarar,...
- Trúgvi ongantíð, at eg fari at steðga við at gera tónleik - Hetta lýsir bara tað at blíva vaksin og at liva í tí dystopiska veruleikanum. Soleiðis svaraði Teitur Lassen, tá eg spurdi hann um innihaldið á...
Samanhald fram um alt Eg fekk eitt prátt við Brynjar Hlodersson, Lasse Thillitz Andreasen og Grétar Snær Gunnarsson, um teirra tíð í Føroyum.