Fimm føroyskir makeup-instagrammarar tú burdi fylgt
Tørvar tær íblástur til tað næsta look’ið, og skal tað vera meira “extra” enn eitt smokey eye?  Röddin hevur funnið 5 føroyskar instagrammarar, sum kunnu hjálpa tær á leið.
06.11.2018 - 09:28

Eftir Vár Jacobsen

 

 

@julia_thomsen

 
Julia er 18 ára gomul og býr á Eiði. Í gerandisdegnum gongur hon á Miðnámi í Kambsdali á 2. ári, og tað dámar henni væl.
 
Sum tær flestu genturnar um 13-14 ára aldurin, dámdi Julia væl at sminka sær. Hon greiðir frá, at forvitnið um sminku av álvara tók dik á seg, tá systir hennara, sum var útbúgvin makeup-artistur, kom heim úr Danmark at ferðast. Hon átti fleiri fín merkir av sminku, sum Julia slapp at royna seg við. Hetta hevði við sær, at hon byrjaði at hyggja eftir makeup-artistum á Youtube - eitt nú NikkieTutorials, har hon hevur fingið nógvan íblástur frá.
 
Nú Julia er vorðin eldri, fær hon eisini íblástur úr øðrum støðum - bæði frá dreingjum og gentum:
 
- Í dag hyggi eg lítið og einki eftir makeup video’um á Youtube, men tá eg hyggi, er tað eftir jeffreestar og James Charles. Teir dámar mær væl, tí teir eru so “extra”. Eg haldi, at tað er SO kul at dreingir eisini eru so dugnaligir, tá tað kemur til at sminka sær.
 
Eg fái mest íblástur frá Instagram, t.d. hyggi eg eftir fleiri myndum og royni meg fram og miksi tey forskelligu look’ini saman. Eg gangi ikki nógv við sminku í gerandisdegnum, men orki eg tíðliga upp um morgunin, jamen so kann eg gott finna uppá at sminka mær.
 
 
Tips and tricks frá Juliu
 
Tað er týdningarmikið ikki at ræðast farvurnar, heldur Julia. Eitt gott tipp er at royna okkurt vilt makeup-look, beint áðrenn man fer undir brús. Look’ini hjá henni, sum koma út á Instagram, eru  sum oftast gjørd, beint áðrenn hon fer undir brúsuna, soleiðis at tað lættliga kann vaskast av:
 
- Eg kann ikki fara at keypa við einum mána á pannuni, viðmerkir hon skemtiliga.
 
Hon leggur afturat, at øvelse gør mester. Eingin dugir alt beinanvegin, man skal bara gera sítt besta.
 
 
 
 
@e.v.a.west
 
Eva er 22 ára gomul, og býr í Hvalba.
 
Henni hevur altíð dámt væl tað kreativa, og tískil hevur tað fallið henni lætt at nýta andlitið sum lørift, og sminkuna sum máling. Tá hon var yngri, dámdi hon væl at sminka vinkonum eins og sær sjálvari.
 
Tað var tó ikki fyrr enn í apríl mánaða í ár, at Eva legði merki til, at fleiri á Instagram brúktu makeup sum ein form fyri kunst. Tá hon sjálv byrjaði at leggja út, fekk brúkarin stóra undirtøku, og hon kom at kenna fleiri fólk kring heimin.
 
Hvørt look er unikt, litríkt og víkir frá tí vanliga, og tað er júst tað, ið Evu dámar. Ofta kann hon sita frammanfyri sínum ringlight í tímavís, greiðir hon frá.
 
Um íblásturin sigur Eva soleiðis:
 
- Eg fái ofta spurningin um, hvar eg fái inspiratiónina frá‚ og tað fái eg frá øllum, sum eru rundanum meg. Eisini fái eg tað frá øðrum á Instagram. Ein dagin fekk eg blómur frá manninum‚ og í har vóru blómurnar Brúðarslør‚ og tá hugsaði eg beinanvegin, at tað hevði sæð feitt út, um eg límaði blómurnar á eyga‚ og tað gjørdi eg eisini.
 
 
Tips and tricks frá Evu
 
Eva var sjálv ósikkur í byrjanini, men heldur tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv hon hevur ment seg, síðani hon byrjaði. Um tú eisini hevur hug at deila makeup á Instagram, heldur Eva tað vera týdningarmikið, at tú loypir út í tað og ikki hugsar um, hvat onnur halda. Tað er eitt pluss at hava HD-myndir og gott ljós.
 
Um tú hevur fleiri spurningar, kanst tú eisini venda tær til Evu á Instagram, har hon fegin svarar fleiri spurningum.
 
 
 
 
 
@nataliaskorastein
 
Natalia er 20 ára gomul og býr í Vági. Hon gekk á Miðnámi í Porkeri og bleiv liðug í summar.
 
Í flokkinum vóru fleiri gentur, ið vóru áhugaðar í sminku. So við og við vaks áhugin hjá Nataliu eisini. Íblásturin kom frá sonevndum “beauty gurus” á Youtube.
 
Look’ini hjá Nataliu eru litrík og glitrut. Onkur eru einkult við vøkrum, bjartum litum, og onnur eru einstøk og øðrvísi.
 
 
Tips and tricks frá Nataliu
 
Besta ráðið hjá Nataliu er, at tað er umráðandi at geva tol og “blenda” eygnaskuggarnar væl, soleiðis at tað sær javnt og vakurt út.
 
 
 
 
@mubyroskva
 
Røskva er 23 ára gomul og býr í Havn, har hon starvast í The Body Shop.
 
Fleiri ár frammanundan slapp Røskva eisini í starvsvenjing í The Body Shop, og hon minnist væl, hvussu áhugin fyri makeup vaks tá. Hon royndi ymsar vørur í handlinum, og hon slapp eisini at sminka mammuni og vinkonunum. Var áhugin ikki har áðrenn, kom hann avgjørt til sjóndar tá. Røskva fortelur eisini, at sminka hevur havt stóran týdning síðani.
 
Røskva finnur íblásturin á Instagram, og hon blívur serliga inspirerað av farvunum.
 
- Tað, at har ongar reglur eru fyri, hvussu tú skalt sminka tær, ella hvørjar litir tú skalt brúka, er eisini tað stuttliga við tí. Eg fái av tí sama ofta bara hug til at royna okkurt nýtt!
 
 
 
 
 
@saraeyeshadow
 
Sára er 16 ára gomul og býr í Vestmanna.
 
Í longri tíð hevði hon leitað sær eftir íblástri m.a. á Youtube. Tá hon gjørdi av at keypa sær sminku á netinum og royna seg fram, sat hon hvørt kvøld og legði makeup á og vaskaði av. Hetta hevði við sær, at eygnaskuggarnir gjørdust “ógvusligari” og meira litríkir. Burturúr hesum kom hugskotið at gera ein makeup-brúkara á Instagram. Undirtøkan frá vinkonunum var stór, og myndirnar sum koma út, eru bæði av Sáru og vinkonunum.
 
- Allar mínar vinkonir hildu at eg skuldi gera tað, so tað gjørdi eg. Síðani byrjaði eg at sminka vinkonum og mær sjálvari, og so koyrdi eg myndir út av sminkuni. Eg fái mest íblástur frá øllum hinum, ið gera tað sama sum eg. Eg leiti ofta eftir onkrum, sum eg haldi er flott, áðrenn eg sminki mær og geri okkurt líknandi.
 
 
Tips and tricks frá Sáru
 
Tað snýr seg um at hava tol, tá tú skalt læra at sminka tær, heldur Sára, tí tað tekur langa tíð. 
 
 

 

 

Er Glasir ein diagnosu vinarligur skúli? Tað er glas allastaðni, og man sær inn í næstan allar krókarnar í skúlanum, líkamikið hvar man er. Men er Glasir ein diagnosu vinarligur skúli? 
Lost Frequencies á Voxbotn 2019 Belgiski dj’urin er júst kunngjørdur, sum fyrsta navnið á Voxbotn 2019
- Trúgvi ongantíð, at eg fari at steðga við at gera tónleik - Hetta lýsir bara tað at blíva vaksin og at liva í tí dystopiska veruleikanum. Soleiðis svaraði Teitur Lassen, tá eg spurdi hann um innihaldið á...
Yvirlit: Tiltøk í november Her er eitt yvirlit yvir tiltøk, tú kanska hevur áhuga í
Samanhald fram um alt Eg fekk eitt prátt við Brynjar Hlodersson, Lasse Thillitz Andreasen og Grétar Snær Gunnarsson, um teirra tíð í Føroyum.