Er Glasir ein diagnosu vinarligur skúli?
Tað er glas allastaðni, og man sær inn í næstan allar krókarnar í skúlanum, líkamikið hvar man er. Men er Glasir ein diagnosu vinarligur skúli? 
14.11.2018 - 16:12

Glasir er ein stórur og flottur bygningur, ið hvønn dag síðani skúlaársbyrjan hevur rúmað 1500 næmingum og 250 lærarum. Bygningurin hevur fingið rættuliga nógv rós í miðlunum, frá leiðslu, næmingum og almenninginum. Rósið er væl uppiborið, tí Glasir er ein vakur bygningur! Men tað eru tó ikki øll, ið eru so glað fyri bygningin.

 

Eg hitti Emmu, ið gongur í skúla á Glasi. Emma hevur ADHD.

ADHD er ein stytting fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder. Fólk við ADHD hava tað serliga trupult við uppmerkseminum og at hugsavna seg. Afturat hesum báðum hevur Emma, júst sum so nógv onnur við ADHD, eisini trupuleikar við stimuli. Stimuli er alt tað, ið sansarnir taka inn. Hetta ger, at Emma leggur merki til alt kring seg, ið fólk uttan ADHD ikki høvdu lagt merki til í líka stóran mun.

 

Emma fortelur mær, at alt kemur ófiltrerað inn hjá henni, so hon hoyrir alt og kann blíva forstýrað av næstan øllum. Um tað er for ófriðarligt, so verður hon forstýrað, men eisini um tað er ov friðarligt. Alt, ið sansirnir yvirhøvur kunnu fanga, verður fangað og síðani forsterkað.

 

-Eg hoyri alt! Eg hoyri órógvið í gongini, líka væl sum eg hoyri læraran undirvísa.

 

Emmu dámar væl at læra, men henni dámar als ikki Glasir. Hon leggur stóran dent á, hvussu flottur bygningurin er, men at hann ikki er nakað meira enn flottur. Hon heldur hann vera sera ópraktiskan og sigur, at hon kennir seg sum eitt djór í einum djóragarði, tá hon er í skúla.

 

- Her eru yvir 1500 fólk hvønn dag, og tú sært og hoyrir tey allatíð. Tað er eingin máti at skerma seg uppá. Hetta er eisini strævið hjá fólkum uttan nakra diagnosu.

 

Ein stór broyting

Broytingar eru torførar hjá nógvum við ADHD, so broytingin frá tí gamla og til Glasir var ógvuslig hjá Emmu. Tað er frægari nú, tí hon hevur funnið nakrar mátar at megna skúladagarnar betur, men tá hon kemur heim, hevur hon einki yvirskot.

 

-Eg havi einki yvirskot, tá eg komi heim, men tað má eg bara liva við, um eg skal fáa eina útbúgving.

 

Emma sigur, at glasrútarnir móti gongini órógva hana mest. Hesir rútarnir eru í øllum undirvísingarhølunum, og har kann næmingurin síggja nærum alt, ið gongur fyri seg í bygninginum.

 

-Tað er serliga tað, at man sær fólk úti í gongini, ið forstýrar meg mest. Hetta er strævið hjá teimum flestu - eisini fólkum uttan nakra diagnosu. Tað skapar órógv í undirvísingini, og hetta órógvið forstýrar meg bara enn meira.

 

Emma fortelur mær, at lærarir og lestrarvegleiðarir hava roynt at hjálpt henni við ymiskum. Gardinur eru komnar upp, og tað hevur hjálpt. Men tær eru bara úteftir, so Emma blívur enn órógvað av gongini.

 

Hóast gardinurnar hava hjálpt, so veit Emma líka væl sum øll onnur, at tað ikki ber til at gera nakað við bygningin sjálvan, ið hevur kostað 653 milliónir krónur.

 

-Bygningurin er dýrur, so nú kann man sjálvandi ikki bara droppa bygningin og flyta. Tað er ikki orduliga nakað annað at gera, enn at venja seg við hetta.

 

Emma hevur tó funnið sínar egnu snildur til eina lættari skúlagongd. Hon roynir altíð at venda rygg til gongina, brúkar smátalarar til at dempa órógvandi ljóð, og so tekur hon ein steðg í undirvísingini av og á.

 

Rúmar skúlin øllum?

Emma roynir at venja seg við skúlan, men hon er allíkavæl sera hørm um hann. Hon ivast um Glasir veruliga er ein skúli fyri øll. Hon heldur ikki, at skúlin rúmar teimum ungu introvertunum og teimum við ADHD og heldur ikki teimum, ið yvirhøvir hava trupulleikar við uppmerkseminum.

 

-Samfelagið er blivið soleiðis, at øll skulu síggjast og hoyrast allatíð. Man skal allatíð vera saman. Men tað riggar ikki hjá øllum, tí øll megna hetta ikki. Eg skilji væl hugsanina aftanfyri hetta, og tað ljóðar fantastiskt, men tað riggar ikki í praksis.

 

Sjálvt um Emma nú hevur funnið sær nakrar mátar at lætta um skúladagin, so følir hon enn, hvussu skúlin ávirkar hana, og hon er sera hørm um hetta.

 

-Eg megni ikki tað úrslitið, sum eg annars hevði kunnað megnað, tí eg ikki fái hugsavnað meg.


Gentan í greinini eitur ikki veruliga Emma. Hon hevur ynskt at vera dulnevnd, men redaktørurin og journalisturin kenna hennara samleika.

 
 

 

 

Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.
28,4 milliónir til Glasir: Hvar enda pengarnir? Fyri einum lítlum mánaða síðani bað Glasir um enn eina eykajáttan. Hesu ferð upp á 18,7 milliónir. Hendan eykajáttanin er nú vaksin til 28,4...
Podcast: Røddin við Hera Danielsen Ein poddur til tín, sum í veruleikanum bara keðir teg. Til tín, ið bara gjara vil lurta eftir onkrum ráum, originalum og óheftum lummafilosofiskum.