Pipp Papp Hey!

Í Pippdali 2, 777 Pippvík eru Jensina og Ljóðfílurin. Í 1. parti vil Jensina so fegin sleppa at eta eitt breyðstykki við súltutoy. Har er bara ein bi, ið órógvar hana, so hon sleppur ikki at eta. Hvat fyri sang fara vit at hoyra? Hvar enda Jensina og Ljóðfílurin, tá ið tey fara út gjøgnum Loynihurðina? Hvørt fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey er Pipp Papp Hey! í barnasjónvarpinum. Í átta sendingum ber til at stava, flenna, syngja og mangt annað.