Bókin Ronja Ránsmansdóttir
Emilia í Miðvági ummælir Ronju Ránsmansdóttir eftir Astrid Lindgren

Hey eg eiti Emilia Hjaltadóttir, eg eri 9 ára gomul, gangi í 3.flokki og eg búgvi í Miðvági.

Eg vil ummæla bókina Ronja ránsmansdóttir eftir Astrid Lindgren.

Eg vil siga at Ronja Ránsmansdóttir er ein spennings bók, tí at tað verður spennandi tá ið hon ger øll møgulig ting úti í skóginum. Og tá hon verður jagstra av grádvørgum  og villvætrum og tá ið Mattas og Borki berjast.

Ronja bleiv fødd tá ið torusláttur var, og hetta  gjørdi at Mattasarborgin fór í tvey. Ronja er ránsmansdóttir, hon býr á Mattasarborg  saman við mammu síni Lovisu og pápanum Mattas og 12 ránsmonnum.

Birk er vinur  Ronju, hann er sonur Borka og Undis. Tey búgva í aðari helvtini á borgini. Birk og Ronja hava avgjørt, at tey skulu vera systkin, men tað vita foreldrini hjá teimum onki um. Foreldrunum dáma onki at tey eru góð, tí tey eru fíggindar. Ronja og Birk gera nógv ymiskt úti í skóginum, tey svimja í ánni, standa á skí um veturin, og einaferð fangaðu tey vill ross í skógnum.

Ein dagin hevði  Mattas, pápi Ronju, funnið  Birk og koyrt eitt reip um hálsin á honum, og so bað Borki, pápi Birk, Mattas um at møtast á takinum, og tað gjørdi teir so, men beint tá tey vóru komin upp á tekjuna leyp Ronja yvir á hina síðuna og Borki skundaði sær at koyra band um hálsin á Ronju. Tá var spenningur í luftini......

Eg haldi at Ronja Ránsmansdóttir er ein ordiliga góð bók, tí eg elski spenningssøgur. Ronja Ránsmansdóttir  er bæði spennandi og stuttlig viðhvørt. Tí vil eg viðmæla øllum at lesa bókina, sjálvt um bókin er gomul. Astrid Lindgren er ein góður rithøvundur og dugir væl at fanga hugflogið hjá børnum.

Eg vil geva bókini 5 av 6 krákum.

 

Vinaliga

Emilia Hjaltadóttir