Foreldur skulu ikki gjalda fyri ansingina

Foreldur skulu ikki gjalda fyri ansingina
Tórshavnar kommuna fer ikki at taka pening frá fólki fyri eina tænastu, tey ikki fáa, sigur Jóan Petur hentze, trivnaðarstjóri

01.02.2012 - 15:21

Foreldur, sum brúka barnaansingina hjá Tórshavnar kommunu, skulu ikki gjalda fyri ansingina, meðan námsfrøðingarnir eru í verkfalli.

Hvussu hetta verður gjørt, er ikki avgjørt enn. Bíðað verður til verkfallið er liðugt. Men kommunan fer ikki at taka pengar frá fólki fyri eina tænastu, tey ikki fáa, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, við Útvarpið

Tórshavnar kommuna er størsti arbeiðsgevarin hjá námsfrøðingunum. Millum 600 og 700 námsfrøðingar arbeiða hjá kommununi.

Barnaansingin hjá Tórshavnar kommunu umfatar stívliga 2000 børn.

Verkfallið nervar ikki dagrøktina. Tey, sum starvast í dagrøktini, eru í øðrum fakfeløgum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við Sosialin, at kommunan sparir millum 350.000 og 400.000 krónur um dagin, nú námsføðinagrnir eru í verkfalli

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890