- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA ferfaldar starvsfólkatalið á konsulátinum í Nuuk

USA ætlar at økja munandi um sítt virksemi í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
Tað vísir eitt skjal, sum danski miðilin Politiken hevur fingið innlit í. Har sæst millum annað, at USA ætlar at umvæla og vaksa um amerikanska konsulátið í Nuuk.
Millum annað skal talið av starvsfólkum á konsulátinum vera 17, sum er meir enn ein ferfalding av verandi starvsfólkatali.
Til samanberingar hevur ES eina skrivstovu í Nuuk við fýra starvsfólkum, og Kanada hevur bara eitt starvsfólk.
USA læt eitt konsulát upp í Nuuk í 2020, eftir at gamla konsulátið varð niðurlagt í 1953. Í ár flutti konslastovan í nýggj og størri høli, men meginparturin av bygninginum hevur staðið tómur síðani. Men tað fer eftir øllum at døma at broytast skjótt.
USA hevur sett millum 167 og 214 milliónir krónur av til ætlanina, skrivar Politiken.


























