Framvegis ov nógvur smáfiskur uppií

Framvegis ov nógvur smáfiskur uppií
Av 400.000 pundum av upsa, sum vórðu landað, vóru 70 prosent smáfiskur, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur tikið fiskiloyvi frá fýra trolarum í 10 dagar

02.02.2012 - 14:09

Fýra ísfiskatrolarar, tvey pør, hava nú mist fiskiloyvið í 10 dagar, tí teir høvdu ov nógvan smáfisk.

Fiskiveiðueftirlitið finnur framvegis nógvan smáfisk hjá partrolarunum.

Veiðan hjá tveimum trolarum, sum avreiddu upsa í Eysturoynni, varð kannað nú í vikuni.  Trolararnir royndu í fýra dagar. Fyrsta dagin vóru stívliga 96 prosent av veiðuni hjá øðrum trolaranum smáfiskur, annan dagin 71 prosent, triðja dagin 75 prosent og fjórða dagin góð 21 prosent.

Skipini landðu 400.000 pund, og meira enn 70 prosent vóru smáfiskur.  Loyvda hámarkið er 30 prosent. Miðallongdin á upsanum var 53 sentimetrar.

Ikki kann sigast, at skipararnir gjørdu tað stóra fyri at sleppa undan smáfiski, sigur Fiskiveiðieftirlitið. Tað staðfesti, at skipini royndu á somu slóð á Munkagrunninum, til Fiskiveiðieftirlitið stongdi økið.

Í síðstu viku mistu tveir trolarar í Suðuroynni fiskiloyvið í 10 dagar fyri at hava ov nógvan smáupsa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424