- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistarakapping í talvi fyri gentur á Eiði

Í dag var føroyameistarakappingin í talvi fyri gentur á skránni í Hólmahúsinum á Eiði. Kappingin byrjaði klokkan 11, og tað vóru Talvfelagið Rókur á Eiði og Talvsamband Føroya, sum skipaðu fyri.
Janus Open stuðlaði kappingini og læt øllum gentunum, sum luttóku, eitt gávukort til biografin.
Harumframt fingu allar luttakararnir ókeypis luttøku í Janus Open III, sum verður hildið á Eiði frá 8. til 10. januar 2027.
Í kappingini vórðu telvað fimm umfør, og genturnar vóru býttar í fimm aldursbólkar. Føroyameistarar vórðu kosnir í hvørjum aldursbólki.
Kappingin var eisini úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið fyri gentur, sum verður telvað í Svøríki í apríl 2027. Føroyar senda tvær gentur úr hvørjum av teimum trimum elstu aldursbólkunum til kappingina.
Eftir kappingina bjóðaði Talvfelagið Rókur øllum luttakarunum okkurt gott til matna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:


























