Sjálvmorðssending: Sálarsjúk hava ongastaðni at fara

Sjálvmorðssending: Sálarsjúk hava ongastaðni at fara
Eingi sambýli eru tøk, og tí hava eini 20 fólk búð á Psykiatriska deplinum í mong ár, hóast tey kundu verið útskrivað. Tað sigur leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, Tormóður Stórá, í sjónvarpssending um sjálvmorð, su
Fyrireikingar i sjónvarpsstovuni undan sending um sjálvmorð í kvøld.

02.02.2012 - 12:05

Tann størsti bólkurin av menniskjum, sum taka sítt egna lív, hava sálarligar trupulleikar. Tað vísir gransking um sjálvmorðsatferð í Føroyum, sum yvirlæknarnir, August Gabriel Wang og Tormóður Stórá, hava slóðað fyri.

Síðani 2001 hevur politiski myndugleikin havt ætlanir um at byggja sambýli til sálarsjúk, sum kunnu útskrivast á Psykiatriska deplinum. Men enn er einki nýtt sambýli bygt, og tað merkir, at sálarsjúk verða verandi á Psykiatriska deplinum. Summi hava enntá búð á deplinum í 40 ár. Fráveran av sambýlum merkir eisini, at stór fíggjarlig orka verður tikin frá ítøkiligu viðgerðini av sálarsjúkum sjúklingum.

Sjónvarpið vísir í kvøld kl. 19.30 sendingina "Tá lívið gerst ov tungt" um sjálvmorð í Føroyum, og eftir sendingina er Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum, gestur í sjónvarpsstovuni.

(Myndatekstur: Fyrireikingar i sjónvarpsstovuni undan sending um sjálvmorð í kvøld)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262