- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskur skipari dømdur fyri sabotasju

Russiski skiparin á handilsskipinum, Fitburg, er dømdur fyri sabotasju - fyri at hava skatt tveir telekaðlar við at draga akkerið eftir botni í Eystrasalti.
Báðir kaðlarnir fingu skaða 31. desember í fjør.
Skipið dró eitt brotið akker eftir havbotninum í minsta lagi 130 kilometrar innan fyri búskaparliga sjóøkið hjá Estlandi.
Skiparin varð dømdur trý ár og seks mánaðir fongsulsrevsing, og ein aserbajdsjanskur sjómaður fekk tvey ár og tíggju mánaðir, sambært finska kringvarpinum, Yle.
Var á veg til Ísraels
Skipið var á veg úr Russlandi til Ísraels, tá hetta hendi.
Finskir myndugleikar løgdu hald á skipið.
Teir báðir nokta seg sekar og siga, at málið ikki er lógøki hjá Finnlandi.
Teir hava báðir fingið forboð fyri at fara úr Finnlandi.
























