Ólógligt at taka løggildingina aftur

Ólógligt at taka løggildingina aftur
Christian Andreasen, advokatur hjá teimum sjey grannskoðarunum, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at málið endar við endurgjaldskravi

10.02.2012 - 09:11

Verða avgerðirnar um løggildingarnar ikki broyttar, er hugsandi, at málið endar í rættinum við einum stórum endurgjaldskravi. Og tað verður møguliga eisini lagt fyri evropeiska mannarættindadómstólin.

Tað ger advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum greitt í kæruni til Løgmansskrivstovuna tann 26. januar, og sum útvarpið hevur fingið innlit í.

Í kæruni sigur Christian Andreasen, at afturtøkan av løggildingunum hjá hansara klientum er ólóglig og í stríð við mannarættindasáttmálan.

Avgerðin eigur at verða broytt

Sostatt vil advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum hava Løgmansskrivstovuna at broyta avgerðina, sum fyribils setti stjórin á Skráseting Føroya, Jákup Eyðfinn Kjærbo, tók nakrar dagar frammanundan í grannskoðaramálinum. Og hon var at taka løggildingina aftur frá fýra grannskoðarum alt fyri eitt. Hinir fimm fáa eitt ár at standa kravdu próvtøkuna, sum krevst, fyri at fáa løggildingina. Annars missa eisini teir løggildingina.

Avgerðin um at taka aftur løggildingarnar er ólóglig, millum annað tí at upprunaliga avgerðin um at løggilda granskoðararnar hevði heimild í grein 1 í tágaldandi lóg um løggildar grannskoðarar. Og hetta hevur Innlendismálaráðið staðfest í kæruavgerð frá 2007.

Og hóast tað verður lagt til grund, at heimildin ikki var til, so kann Skráseting Føroya kortini ikki taka løggildingarnar aftur næstan fimm ár seinni, sigur advokaturin hjá grannskoðarunum.

Ímóti mannarættindasáttmálanum

Christian Andreassen vísir í kæruni til eitt løgfrøðiligt responsum frá einum donskum serfrøðingi á økinum, Karsten Revsbech, sum varð gjørt í november í fjør.

Har sigur Karsten Revsbech millum annað, at tað er sera ivasamt, um ein afturtøka er í samsvari við Evropeiska Mannarættindasáttmálan, og vísir til ein dóm frá 2009, har dómurin gongur sera vítt til fyrimunar fyri borgaran. Hann sigur, at grannskoðararnir hava innrættað seg í góðari trúgv í skjótt fimm ár eftir teimum løggildingum, teir hava fingið, og at avgerðin hjá Skráseting Føroya tann tíð tað var, ikki var ólóglig, tí at avgerðin bygdi á prinsippið um javnrætt, sum eru óskrivaðar reglur. Eisini var avgerðin grundað á, at aðrar kvalifikatiónir skuldu metast javnt við ta serligu próvtøku, sum lógin fyriskrivaði.

Í øllum førum skulu grannskoðararnir hava møguleika at fara til eina serliga próvtøku, sum ikki er tann sama, sum er fyriskrivað eftir galdandi kunngerð.

Advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum sigur í kæruni, at føroysku myndugleikarnir eiga at vísa størsta varsemi, og at einhvør grundaður ivi eigur at koma granskoðarunum til góðar.

"Tað kann ikki vera rætt, at føroyskir myndugleikar í einum álvarsmáli sum hesum - og sum onki fordømi finst um í rættarpraksis yvirhøvur - taka avgerð um afturtøku vælvitandi um, at afturtøkan kann blíva umstoytt av dómsvaldinum", sigur Christian Andreasen í kæruni til Løgmansskrivstovuna.

Mynd: Christian Andreasen, advokatur hjá teimum sjey grannskoðarunum, hevur kært til Løgmansskrivstovuna

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483