Nýggja flogfarið flýgur væntandi 28. mars

Nýggja flogfarið flýgur væntandi 28. mars
Nú líður so væl at smíða nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi, at felagið væntar, at tað verður sett í rutu sjálvan 24 ára føðingardagin, 28. mars.

13.02.2012 - 09:10

Nýggja Airbus-319 flogfarið, sum
Atlantsflog letur byggja, verður í hesum døgum sett saman á verksmiðjuni hjá
Airbus í Hamburg

Flogfarið,
sum hevur fingið seriunummarið 5079, kom í framleiðsluhøllina hjá
Airbus í Hamburg fyrst i februar. Vanliga gongur hálvur annar mánaður frá
tí, at flogfarið kemur í framleiðsluhøllina, til tað er liðugt og latið keyparanum.

Í framleiðsluhøllini í Hamburg verður allur skrokkurin settur saman,
og upp undir vikuskiftið vórðu eisini veingirnir festir á flogfarið. Sjálvt  velið er næsti luturin, sum verður festur á flogfarið. Tá allur skrokkurin
er settur saman, verður flogfarið málað, og síðani verða motorarnir festir upp undir
veingirnar. Tá er klárt at royndarflúgva flogfarið og at fara undir at búgva tað
til rakstur.

Tá Airbus-verksmiðjan er liðug við sítt arbeiði, verður gjørt klárt at lata flogfarið. Flogfarið skal aftur royndarflúgvast, øll sáttmálaviðurskifti millum
framleiðara og keypara verða avgreidd eins og góðkenningin frá myndugleikum.

Sjálvur
dagurin fyri, at flogfarið verður latið, er ikki ásettur enn, men flogfarið kemur mest sannlíkt
fyri 24 ára føðingardagin 28. mars, tá tað eftir ætlan skal setast í rakstur
millum Føroyar og Keypmannahavn.

Drúgv
fyrireiking

Hóast
Airbus-flogførini vanliga verða mett sum fronsk framleiðsla, er talan um eitt
felags evropeiskt samstarv, har fyritøkan letur ymsu sektiónirnar byggja í ymsum
londum á evropeiska meginlandinum og í Bretlandi. Síðan verða allir partarnir
fluttir á Airbus-verksmiðjuna í Hamburg, har flogfarið verður sett saman, og øll
útgerð verður monterað og roynd.

Fyri Atlantic Airways er nógv arbeiði í
fyrireikingunum at byggja eitt nýtt flogfar og laga raksturin til flúgving við
einum nýggjum slagi av flogfari.

Ein fyrireikingarbólkur hevur verið
virkin, síðan sáttmálin varð undirskrivaður tíðliga í 2008. Fyrireikingarnar
hava snúð seg um at allýsa spesifikatiónirnar á flogfarinum og fyrireika, at
flogfarið verður tikið í nýtslu.

Í
fyrra partinum skal støða takast
til tekniska, operativa, handilsliga og fíggjarliga grundarlagið undir framtíðar
virkseminum hjá felagnum. Í seinna førinum snýr arbeiðið seg um at fyrireika
felagsins rakstur til nýggja flogfarið við útbúgving, mannagongdum, ferðaætlanum
og øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345