- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingar skulu samráðast um fiskirættindi

Stendur tað til formannin í Framsókn skal eitt samráðingartoymi við serfrøðingum í framtíðini samráðast við onnur lond um fiskirættindi og annað tilfeingi.

Poul Michelsen hevur boðað frá einum fyrispurningi til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um málið. Hann spyr um, spurnartekin kann setast við tær mannagongdir, ið vit higartil hava brúkt í samráðingum við onnur lond, og um løgmaður er sinnaður at lata eitt serstakt samráðingartoymi við breiðari og djúpari vitan standa á odda fyri samráðingunum.

Poul Michelsen sigur, at tað er ein spurningur, um tað er neyðugt at gera avtalur við onnur lond um okkara rættindi.

- Er tað ikki nógv tryggari, at vit sjálvi veiða tað tilfeingi, sum vit eiga, og høvdu framtíðar íløgur og úrtøkur ikki hvílt á einum nógv tryggari grundarlagi, spyr formaðurin í Framsókn.

Hann viðgongur, at vit helst noyðast at samráðast við onnur lond um summi av hesum rættindum, bæði fyri at vísa ein hóskandi altjóða atburð og tí, at tað í summum førum kann verða handilsliga skilagott. Men tá er tørvur á lærdum og royndum fólki.

Poul Michelsen heldur, at samráðingartoymið skal mannast við fólki, ið hevur førleika innan fiskifrøði, havrætt, viðkomandi løgfrøði og altjóða keypmansskap.

Endamálið er at fáa sum best burtur úr fyri Føroyar, sigur hann