- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarskipanarnevndin verður tikin av

Nevndin, sum skuldi gera uppskot um føroyskt dómsvald, verður tikin av, áðrenn hon nakrantíð varð sett.

Løgtingið fer í dag at samtykkja at strika lógina um Rættarskipanarnevnd, sum skuldi gera uppskot um føroyska rættargangslóg og føroyska revsilóg og eina ætlan um, hvussu føroyskir dómstólar kunnu setast á stovn.

Lógin er frá mai í fjør.

Men landsstýrismaðurin við lógarmálum, Kári P. Højgaard, sigur, at pengar eru ikki til nevndina. Nevndin skuldi vera liðug við sítt arbeiði 30.november í ár.

Kostar 750.000 kr.

Rættarskipanarnevndin hevði kostað minst eina millión og 750.000 kr. Men pengarnir eru ikki til. Lógin varð samtykt, eftir at játtanarkarmurin fyri 2012 varð gjørdur. Tí er rættarskipanarnevndin ikki við har, og heldur ikki í fíggjarlógini, sigur Kári P. Højgaard.

Samgonguskjalið sigur annars, at føroysk rættarskipanarlóg skal gerast, og at revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti. Innlendismálaráðið sigur, at tað kann gera arbeiðið, sum Rættarskipanarnevndin skuldi gera, og seta ein politiskan fylgibólk.

Hetta góðtekur meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum, t.e.samgongulimirnir og annar limurin hjá Javnaðarflokkinum, Gerhard Lognberg.

Innlendismálaráðið skal dagføra

Meirilutin heldur tað tó vera skilabest, at Innlendismálaráðið fyrst dagførir revsilógina. Rættarskipanarlógin hevur ikki so stóran skund, fekk Rættarnevndin at vita frá teimum serkønu, sum hon spurdi.

Minnilutin í Rættarnevndini, Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, mælir til at varðveita lógina um Rættarskipanarnevnd, og í minsta lag seta fólk í tíðaravmarkað starv at fáa lýst og avmarkað arbeiðið av lógini.