- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna seg ímóti hondbóltsrisa

EM-fyrireikingarnar hjá føroysku hondbóltskvinnunum fara eitt ella kanska tvey kvink uppeftir, tá tær spæla ímóti Norra í Golden League seinnapartin.
Eftir javnleik og síðan sannførandi sigur á Eysturrík í oktober, verður mótstøðan fleiri kalibur størri í venjingarkappingini í Tróndheimi.
LES EISINI: Føroyar nógv gott í EM-skjáttuna við sigri á Eysturríki
Mánadagin fór landsliðið við Claus Mogensen og Simon Olsen á odda undir venjingarnar í Føroyum, og fyrrapartin í gjár gekk leiðin til til Tróndheim umvegis Oslo, har venjing var á skránni í gjárkvøldið.
Í dag klokkan 17.15 verður fyrri dysturin í kappingini ímóti Norra, og leygardagin skulu Føroyar royna seg ímóti Danmark. Hetta er fyrsta ferðin, Føroyar og Norra spæla landsdyst hjá kvinnum.
Jana Mittún og Pernille Brandenborg ásanna, at mótstøðan verður hørð, men at landsliðið kortini kann fáa nógv burturúr venjingardystunum ímóti Norra og Danmark
- Vit mugu savna okkum um okkara egna spæl og at bøta um tað. At tað so er Norra og Danmark, og vit sleppa at royna okkum ímóti heimstoppinum, tað ger vónandi, at vit eru betur brynjaðar til dystirnar, sum telja, segði liðskiparin Pernille Brandenborg.
Norra hevur verið besta hondbóltslandslið hjá kvinnum í nógv ár og eigur í løtuni EM, HM og OL-steypini, so eingin ivast í teirra styrki. Kortini hevur Norra eins og Føroyar nakrar spælarar við, sum ikki hava spælt í endaspæli fyrr, og væntast kann, at nógvar fáa spælitíð ímóti føroyingunum í Stjørdalshøllini eystanfyri Tróndheim.
Maria Pálsdóttir Nólsoy verður ikki við ímóti Norra av persónligum ávum, men spælskiparin, sum hevur spælt sera væl fyri København Håndbold í seinastuni, spælir eftir ætlan ímóti Danmark leygardagin, skrivar portal.fo.


























