Barnaverndir skulu varða av 23 ára gomlum

Barnaverndir skulu varða av 23 ára gomlum
Almannamálaráðið hevur skotið upp at endurskoða barnaverndarlógina. Nú verða í minsta lagi tríggjar færri barnaverndarnevndir
 
09.03.2012 - 13:50

Barnaverndin skal kunna vera um fólk, til tey fylla 23 ár.  Tað er ein av nógvum broytingum í barnaverndarlógini, sum er endurskoðað, eftir at hon hevur virkað í seks ár. 

Galdandi lóg hevur aldursmarkið 18 ár, men í serligum førum kann Barnaverndin hjálpa fólki, til tey fylla 21 ár. Síðani taka aðrir myndugleikar við.

Men fyri at tryggja børnunum tryggar karmar og stuðul í skiftinum til eina vaksnamannatilveru, mælir Almannamálaráðið til, at lógin skal fevna um fólk, til tey eru vorðin 23. Ætlanin er at lata hvørja barnavernd fáa dupult so nógv at fólk at varða av.

Færri barnaverndarnevndir

Galdandi lóg sigur, at fyri hvørja barnaverndarnevnd skulu vera minst 1500 fólk. Hetta skal upp í 3000 fólk, har sum tað ber til. Broytingin hevur við sær, at í minsta lagi tríggjar færri barnaverndarnevndir vera.

Fráboðanarskyldan hjá fakfólki og øðrum at boða frá illgruna um børn, sum hava brúk fyri hjálp, skal herðast, og greiðari reglur eru um familjuviðgerð, so eingin ivi er um, nær landið setur á stovn og rekur samdøgursstovnar til familjuviðgerð. 

Nógvu broytingarnar í barnaverndarlógini hava til hoyringar. Millum annað vísir Prestafelagið á, at kallið sum prestur er sermerkt. Tí eigur lógin um barnavernd at taka atlit til, at kallið inniber skerpaða tagnarskyldu. Hesum tekur Almannamálaráðið tó ikki undir við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459