Arbeiðsgevarar: Úrvalsáseting tikin úr sáttmálum

Arbeiðsgevarar: Úrvalsáseting tikin úr sáttmálum
Framvegis er eingin lóg í Føroyum, sum ásetur felagsfrælsi, men arbeiðsgevarar gjørdu longu í 2007 vart við, at eksklusivsáttmálar er farin tíð
Bergur Poulsen er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann sigur, at arbeiðsgevararnir hava lagt seg eftir at fáa broytt allar úrvalsásetingar í sáttmálunum.

13.03.2012 - 09:00

- Arbeiðsgevarar hava ikki rætt til at leggja seg út í, um starvsfólk eru limir ella ikki limir í einum fakfelag - sama hvat stendur í einum møguligum sáttmála á økinum.

Hetta staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag, eftir at útvarpið hjá Kringvarpinum hevur greitt frá, at tað framvegis eru sáttmálar galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum mugu metast at vera úrvalsásetingar ella ekslusivitetsavtalur.

Um vikuskiftið greiddi útvarpið frá, at tveir sáttmálar framvegis eru galdandi, har tað er ásett, at bert limir í ávísum arbeiðarafeløgum kunnu taka ávíst arbeiði. Annar av hesum sáttmálum er frá 2007 - árið eftir, at Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi limir sínum varugar við, at úrvalsásetingar ikki longur eru galdandi.

Í viðmerking sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at evropeiski mannarættindasáttmálin er settur í gildi sum lóg í Føroyum, og tað ber ikki til í sáttmála at avtala seg burtur úr lógarásetingunum. At ein úrvalsáseting í einum sersáttmála av misgáum liggur eftir, broytir ikki hetta.

Rættarpraksis hjá Mannarættindadómstólinum staðfestir, at tað almenna hevur skyldu til at ansa eftir, at tað ikki finnast úrvalsásetingar á arbeiðsmarknaðinum.

Tá Danmark varð dømt fyri brot á hesar ásetingar, kom ein lóg, sum beinleiðis setti forboð móti ekslusivitetssáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.

Ongin slík lóg um felagsfrælsi er galdandi í Føroyum. Ovasta løgfrøðin í Tinganesi mælti longu í áttatiárunum til at samtykkja eina lóg um felagsfrælsi, tí varð tað ikki gjørt, kundi tað vera brot á mannarættindasáttmálan. Eitt uppskot varð sett fram tá, men lógin varð ongantíð samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401