Súreplakøkan

Súreplakøkan
Her er uppskriftin uppá súreplakøkuna, sum Jóhanna á Tjaldrafløtti og Tórður Mikkelsen gjørdu í Mælt sending nummar 2, 16. mars 2012
 
17.03.2012 - 00:29

Tilfar
 

  • 600 g av súreplum
  • 100 g av smøri
  • 100 g av sukuri
  • 2 egg
  • 150 g av hveitimjøli
  • 2 tesk av bakipulvuri
  • Sevja og rivið skal av einari appelsin
  • 100 g av rivnum marsipani


Omaná

Mandluflakar
 

Arbeiðsháttur

  • Sker súreplini í tunnar bátar
  • Píska smørið og sukurið væl saman
  • Píska eggini eitt í senn og píska væl ímillum hvørt
  • Blanda hveitimjølið og bakipulvurið saman og vend í deiggið
  • Vend restina av tilfarinum í
  • Smyr eitt ovnfast fat við olju og koyr deiggið í
  • Stroy mandluflakar omaná
  • Hita ovnin til 175 stig og baka mitt í ovninum í umleið 35 - 40 min


Afturvið

Súrgað mjólk smakkað til við ahornsiroppi, súrróma ella vanligum róma

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541