- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarin Mærsk Mc-Kinney Møller er deyður

- Det er med sorg, at vi må meddele, at skibsreder Mærsk Mc-Kinney Møller er død den 16. april 2012. På vegne af den samlede familie vil jeg udtrykke vor dybe sorg over tabet af vores far, morfar og oldefar, Mærsk Mc-Kinney Møller.

Tað boðar A.P.Møller Mærsk-samtakið frá í tíðindaskrivi, ið var sent donskum fjølmiðlum fyrr í morgun. Fráboðanin varð eisini løgd á heimasíðuna hjá A.P. Møller Mærsk-samtakinum fyrr í morgun.

Mett verður, at tað verður yngsta dótturin, Ana Mærsk Mc-Kinney Uggla, ið fer at taka við eftir pápa sín, ið doyði tíðliga í morgun, 98 ára gamal. Kona Mærsk Mc-Kinney Møller, Emma, andaðist í 2005.

Føroyingar stuðlaðir av Mærsk

Fleiri føroyskar verkætlanir hava gjøgnum árini fingið stuðul útgoldnan frá A.P. Møller Mærsk-samtakinum, ið Mærsk Mc-Kinney Møller stóð á odda fyri frá 1965, tá hann tók við eftir pápa sín, ið stjórnaði samtakinum.

Grunnurin hjá Mærsk hevur eitt nú stuðlað Saltsilo verkætlanini á Drelnesi, útbyggingini av Norðurlandahúsinum, umbyggingini av táverandi Sjómansheiminum í Havn og ætlanini at varðveita gamla býlingin Heima í Húsi í Koltri.

Eisini millum føroyskar sjómenn er reiðaríið og samtakið A.P. Møller Mærsk vælkent. Úti í heimi sigla hundraðtals føroyingar við skipum hjá danska reiðararínum, ið Mærsk Mc-Kinney Møller var ímyndin av, heilt fram til deyða sín fyrr í morgun.