Skuldin hækkar, inntøkan lækkar

Skuldin hækkar, inntøkan lækkar
Kanning hjá Eysturkommunu vísir, at skuldin fyri hvønn borgara hækkar, samstundis sum inntøkan lækkar, leggur kommunan saman við aðra kommunu
Borgarstjórin vil ikki viðmerkja tølini um samanlegging, fyrr enn borgarafundurin hevur verið

17.04.2012 - 17:31

Eysturkommuna fer at kunna borgararnar um sína støðu til kommunusamanlegging á borgarafundi í næstu viku. Tí vil Jóhan Christiansen, borgarstjóri, ikki gera nakrar viðmerkingar til útrokningarnar, sum kommunan hevur á heimasíðuni.

Við roknskapinum fyri 2010 sum grundarlag hevur Eysturkommuna gjørt eina útrokning av, hvat tað fer at merkja hjá borgarunum í Gøtu og í Lorvík, um kommunan leggur saman við aðra, ella aðrar kommunur.

Í Eysturkommunu búgva sløk 2.000 fólk, og í 2010 var skattaprosentið 22, tað er 21 nú. Tá var skuldin fyri hvørt fólk góðar 20.000 kr., hvørt fólk rindaði slakar 36.000 kr. í skatti, tey rindaðu góðar 1000 kr. hvør í rentu, og tað vóru 76 borgarar fyri hvørt sambýlispláss.

Útrokningin vísir, at um øll Eysturoyggin leggur saman í eina kommunu, so økist skuldin hjá hvørjum borgara við 6.000 kr., inntøkan frá hvørjum borgara lækkar góðar 5.000 kr., renturnar fyri hvønn borgara økjast við 390 kr., og talið á borgarum fyri hvørt sambýlispláss tvífaldast, upp í 152.

Leggur Eysturkommuna saman við Fuglafjarðar kommunu, sær frægari út. Tá økist skuldin hjá hvørjum borgara við sløkum 5.000 kr., inntøkan frá hvørjum borgara minkar góðar 2.000 kr., rentuútreiðslan hjá hvørjum borgara hækkar við 350 kr., og tá vera 88 borgarar fyri hvørt sambýlispláss.

Eysturkommuna hevur spurt fólk, hvat tey halda um samanlegging.

30 prosent halda, at Eysurkommuna skal vera sjálvstøðug kommuna, 29 prosent halda at leggjast skal saman við Fuglafirði, 20 prosent halda at Eysturoyggin skal vera ein kommuna, og seks prosent mæla til aðrar møguleikar, eitt nú Norðoyggjar, meðan 15 prosent søgdu seg ikki hava nakra støðu til málið um kommunusamanlegging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762