- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturkommuna: Nei til at leggja saman

Eingin av teimum sjey býráðslimunum, sum tóku lut á fundinum, segði seg taka undir við, at Eysturoyggin verður skipað sum ein kommuna eftir tí leisti, sum Innlendismálaráðið leggur upp til. Grundleggjandi fatanin millum býráðslimirnar í Eysturkommunu er, at málið er alt ov illa lýst og tað er ógreitt, hvat landspolitikararnir yvirhøvur ætla við samanleggingini.

Tí síggja býráðspolitikararnir í løtuni onga orsøk til at taka undir við, at Eysturkommuna kastar saman við Fuglafjarðar, Nes-, Runavíkar og Sjóvar kommunu í eina stóra felagskommunu í Eysturoynni.

Somu fatan hevði fundarfólkið á borgarafundinum í Lorvík í gjár. Bara ein fjórðingur av teimum 76 fólkunum á borgarafundinum svaraðu "JA" til spurningin um kommunusamanlegging, tveir triðingar vóru ímóti, meðan stívliga tíggjundi hvør hevði ikki tikið støðu.