- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan verður ikki ákærd í málinum um eldsbrunan

Ákæra verður ikki reist móti Tórshavnar kommunu í málinum um eldsbrunan í Ravnsoyargøtu 3 í 2006, har tríggir smádreingir doyðu av roykeitran.

Tað staðfestir fútin í skrivi til Brunaumsjón Landsins.

2. juni í 2009 meldaði Brunaumsjónin Tórshavnar kommunu til fútan fyri at hava svikið sína eftirlitsskyldu sambært kunngerðini um brunaverju og brunatrygd í sambandi við, at byggiloyvi varð latið til sethúsini í Ravnsoyargøtu 3.

Í fráboðanini skrivar Brunaumsjónin, at Tórshavnar kommuna als ikki hevur viðgjørt byggimálið í Ravnsoyargøtu 3 í brunatrygdarligum sambandi.

Víðari verður sagt í fráboðanini, at

- av hesum stóðst, at trý børn lótu lív í einum kamari ... Tann beinleiðis orsøkin til deyðsvannlukkuna var, at bjargingaropið, sum kamarið skuldi havt, ikki var har.

Brunaumsjómnin heitir tí á fútan um at taka málið upp til rættarsókn.

Trý ár at svara

Nú trý ár seinni hevur Brunaumsjón Landsins fingið svar frá fútanum. Í svarinum dagfest 2. mai verður staðfest, at fútin fer ikki undir at gera kanningar í málinum.

Treytin fyri, at løgreglan kann gera slíkar kanningar, er nevniliga, at rímilig sannlíkindi eru fyri, at okkurt revsivert er farið fram

Men sambært lógini kann Tórshavnar kommuna ikki revsast í málinum, tá tað er byggiharrin, sum hevur ábyrgdina av, at reglugerðin um brunavernd og brunatrygd verður fylgd.

Tí metir fútin ikki, at grundarlag er fyri at kanna málið víðari.