- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara til fiskiskap í næstu viku

Nýggju trolararnir, Sjagaklettur og Gullberg, komu á Hvalba í gjárkvøldið.

Trolararnir fara væntandi til fiskiskap um eina góða viku, sigur Tummas Christoffersen, stjóri í felagnum, Jókinn, sum eigur trolararnar.

Sjagaklettur og Gullberg fara at fiska botnfisk undir Føroyum, men felagið hevur eisini søkt um at fáa part av makrelkvotuni. Skipini fara at frysta fiskin umborð, og síðani verður hann tilvirkaður á landi.

Trolararnir eru 837 bruttotons hvør, og eru smíðaðir í Týsklandi í 1996/97. Teir hava fiskað í Barentshavinum og hava landað í Noregi. Jókinn keypti teir frá einum felag í Murmansk í Russlandi fyri tilsamans 64 milliónir krónur.

Sjagaklettur og Gullberg koma inn í flotan fyri Roc Amadour, Sjagaklett og Rasmus Effersøe, sum eru farnir úr flotanum. Roc Amadour og Sjagaklettur eru farnir til upphøggingar, meðan Rasmus Effersøe varð seldur til Uruguay fyri 2 árum síðan.

Einir 14 mans verða við hvørjum skipi

Eini 200 fólk vóru komin saman á bryggjuni í Hvalba í gjárkvøldið at taka ímóti nýggju trolarunum.