- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin farin niður um 100 dollarar

Oljuprísurin fall í dag niður um 100 dollarar fyri tunnuna, og so lágur hevur prísurin ikki verið síðani februar í fjør.

Norðsjóvarolja varð fyrrapartin seld fyri 99,63 dollarar fyri tunnuna. Prísurin er lækkaður sløk tvey prosentstig.

Seinastu tveir mánaðirnar er oljuprísurin lækkaður 25 dollarar fyri tunnuna.

Norski oljugreinarin, Torbjørn Kjus, væntar tó, at oljuprísurin fer at hækka aftur seinna hálvár. Metingin sigur, at oljuprísurin hækkar upp í 110 ella 112 dollarar fyri tunnuna í triðja ársfjórðingi.

Torbjørn Kjus sigur við Nettavisen, at búskaparliga støðan í Grikkalandi fer at hava við sær, at prísurin hækkar, tí einki bendir á, at grikkar ætla at seta tiltøkini í verk, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava kravt fyri at lata landinum lán.

Størri inntøkur

Tá norska stjórnin legði fíggjarlógaruppskotið fram í fjør, varð roknað við, at oljuprísurin fór at vera 575 krónur fyri tunnuna. Men í endurskoðaðu fíggjarlógini, sum varð løgd fram 15. mai, verður roknað við einum oljuprísi, sum er 650 krónur. Í løtuni kostar oljan 613 norskur krónur fyri tunnuna.

Norski ríkiskassin væntar at fáa 378 milliardir krónur í inntøku frá oljuvinnuni í ár, og tað eru 26 milliardir krónur fleiri enn mett á fíggjarlógini.