- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hýsan er horvin undan Føroyum

Fiskiskapurin eftir hýsu í føroyskum sjógvi er minkaður støðugt síðani 2003. Í fjør var fiskiskapurin søguliga lágur, einans 3.500 tons vórðu fiskað í føroyskum øki.

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at í fjør fiskaðu føroysk skip tilsamans 355.000 tons á øllum havleiðum, tað eru 40.000 tons færri enn árið fyri.

Serliga fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður í heildarveiðini seinnu árini. Toskurin er minkaður áleið eina helvt síðani 2003, og hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt niður í umleið 6.000 tons.

Støðan er munandi verri, um vit tosa um fiskiskapin burturav undir Føroyum. Í fjør vórðu sløk 12.000 tons av toski fiskað, men hýsan er um at hvørva úr føroyskum sjógvi.

Í 2003 fiskaðu føroyingar góð 27.000 tons av hýsu, men í fjør bert ein sjeyndapart, ella 3.600 tons av hýsu.

Skiparin á trolbátinum Birtingi, Óli Sørensen, vísir á, at einki æti er, og at kalla eingin svartfuglur sæst longur.