Gandakendur barnaleikur í Klaksvík

Gandakendur barnaleikur í Klaksvík
Gleði, hugflog og góð orka eru á skrá, nú Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar áskoðarunum inn í gandakenda heimin í barnaleikinum "Hitt gandaða lyklaholið“
Birita Adela Davidsen, leikstjóri, saman við leikarum úr leikinum
Mynd: Bjartur Sigmundarson  
 
20.11.2026 - 11:02

Í hesum døgum sýnir Klaksvíkar sjónleikarafelag leikin Hitt gandaða lyklaholið uppi á loftinum í Spinnarínum.

Leikurin er um Sørin, ið er ein raskur drongur. Hann ræðist hvørki huldufólk ella trøll, men at lesa tað dugir hann ikki - hann kennir ikki "S" fyri "K".

Tað besta Sørin veit er at hjálpa smiðinum í heimbygdini, og tí fer hann í læru. Har sleppur hann eisini at hitta Honnu, sum hevur so pent hár og vøkur eygu.

Ein dagin verður lykilin til skattakamarið hjá kongi burtur, og tí má ein nýggjur gerast. Sørin smiðurin í Trongugøtu, verður biðin um at gera ein nýggjan lykil, men ólukkutíð: lyklaholið er gandað!

Barnaleikur við hugflogið og orku

Ein stórur hópur stendur aftanfyri leiktjaldið. Birita Adela Davidsen leikstjórnar og har eru 22 leikarar á pallinum – 16 børn og seks vaksin.

Leikarirnir eru ein góð blanding av nýggjum sum gomlum leikarum, ið hava havt sína dagligu gongd hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag seinasta leikárið.

- "Tað er fantastiskt at síggja, hvussu nógv hugskot børnini koma við. Vit brúka nógv tíð upp á at tosa um, hvat vit kunnu gera, og royna ymisk hugskot, og tey tora veruliga at bjóða seg fram. Tað gevur leikinum eina heilt serliga orku", sigur leikstjórin.

 

Hoyr innslagið úr morgunsendingini her

a_10033-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688