- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesiski forsetin vitjar Danmark

Kinesiski forsetin, Hu Jintao, kemur á almenna vitjan í Danmark í næstum.

Tað er Margretha rotning, sum hevur boðið kinesiska forsetanum á vitjan, upplýsir kongshúsið í einum tíðindaskrivi til donsku miðlarnar í morgun.

Kinesiski forsetin og kona hansara, Liu Yong-qing vitja, vitja í Danmark frá 14. til 16. juni. Umframt kongshúsið skal forsetin hitta danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt.

Hu Jintao er fyrsti kinesiski ríkisovastin, sum vitjar Danmark.

Kinesiska vitjanin kann gerast ein stórur vinningur hjá danska vinnulívinum, sigur Nis Høyrup, kina-serfrøðingur hjá Dansk Industri.

- Hetta er ein frálíkur og avgerandi møguleiki at seta Danmark á landakortið, sigur hann við danska kringvarpið.

Andstøðan og Eindarlistin eru ikki eins fegin um vitjanina og vinnulívið. Tey krevja, at Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, átalar brot á mannarættindi í Kina og Tibet, tá hon hittir kinesiska forsetan. Og tað hevur Helle Thorning Schmidt lovað at gera.