Linari sparitiltøk á Landssjúkrahúsinum

Linari sparitiltøk á Landssjúkrahúsinum
Ambulant viðgerð og útbygd økispsykiatri gera, at inntrivini fara ikki at merkjast so væl í summar
Fleiri ambulantar viðgerðir hava við sær, at tørvurin á seingjarplássum á Landssjúkrahúsinum í summar minkar.

18.06.2012 - 15:18

At fleiri sjúklingar verða viðgjørdir ambulant, og økispsykiatriin er ment, fara sparitiltøk á Landssjúkrahúsinum í summar ikki at merkjast so væl sum undanfarin ár.

Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur við Dimmalætting, at tað slepst ikki undan at steingja onkra deild á medisinska deplinum í summar, men tíðarskeiðið, deildin verður stongd, verður styttri enn vanligt. Játtanin til deildina er óbroytt, men av tí at fleiri fáa ambulanta viðgerð, minkar tørvurin á seingjarplássum.

Á skurðdeildini verður eisini minni virksemi í summar, men har ber betur til at leggja til rættis, nær skurðviðgerðir skulu vera.

Okkurt summar hava deildir á psykiatrisku deild verið stongdar, og fólk eru send til hús. Men hetta er farin tíð, sigur Naina Túgvustein.

- Vit hava bygt økispsykiatriina út, m.a. í Norðoyggjum, so fólk fáa hjálp í egnum heimi. Deildin, sum varð stongd seinast, eru umskipað til dag- og kvøld-deild, har fólk altíð kunnu koma. Skipanin er sett í verk, og summarið fer ikki at ávirka virksemið á deildini, sigur Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum við Dimmalætting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635