- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funnu spreingievni við kjarnorkuverk í Svøríki

Svenska løgreglan hevur hert eftirlitið við svensku kjarnorkuverkunum, eftir at spreingievni varð funnið við eitt av verkunum í gjárkvøldið.

Spreingievnið varð funnið í einum lastbili, sum stóð við kjarnorkuverkið Ringhals.

Løgreglan arbeiðir tí við einum máli um, at tað skuldi nýtast til eina atsókn. At spreingievnið varð funnið, fekk løgregluna at herða eftirlitið við øllum kjarnorkuverkum í Svøríki.

Staðið leingi við Ringhals

Lastbilurin, sum spreingievnið varð funnið í, hevur staðið á økinum við Ringhals leingi, men tað var, tá bilurin skuldi inn á stongda økið við reaktorarnar, at ein løgregluhundur fann spreingievnið.

Sambært einum talsmanni á verkinum, var spreingievnið á stødd við ein neva, men tað var ikki nóg mikið til at gera stórvegis skaða, um tað brast. Løgreglan hevur avhoyrt kvinnuliga lastbilføraran, men líkt er ikki til, at hon kennir nakað til spreingievnið, sigur løgreglan.

Spreingievnið skal kannast, fyri at fáa greiðu á, hvaðani tað stavar. Ringhals-kjarnorkuverkið er tað størsta í Svøríki, og liggur 60 kilometrar sunnan fyri Gøteborg.