Onnur enn SEV sleppa at selja streym til privat húski

Onnur enn SEV sleppa at selja streym til privat húski
Eitt líknandi mál var tikið úr uppskotinum hjá undanfarnu samgongu um elveitingarlóg, tí stór mótstøða var í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi
Nýggja samgongan ætlar, at onnur enn SEV skulu sleppa at selja streym.
 
10.04.2026 - 13:43

Nú verður farið undir eina tilgongd at lata onnur enn SEV selja streym til privat húski.

"Vit skulu skunda undir at loyva fleiri inn á marknaðin, sum framleiða inn á netið hjá SEV."

Tað stendur millum annað í samgonguskjalinum hjá nýggju ABC-samgonguni. 

Í undanfarnu samgongu legði Ingilín D. Strøm uppskot um elveitingarlóg fyri tingið, tá hon sat sum landsstýriskvinna í umhvørhvørvismálum. Uppskotið loyvdi einum privatum søliuiði, ið tó skuldi ganga gjøgnum SEV.

Tað vil siga, at privat kundu, eftir at hava vunnið eitt útboð, framleiða streym á netið hjá SEV, og selja tað, men fyrst máttu tey keypa tað aftur frá SEV.

Síðani kundu tey selja tað víðari í eini heildarloysn, til dømis við eini hitapumpuskipan. 

 


Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinna í umhvørvismálum. 

 

Tikið úr uppskotinum 

Hetta var tó tikið úr aftur lógaruppskotinum. Síðani var málið atkvøtt úr nevnd og samtykt uttan ásetingina um sølulið. 

Hinvegin var ein áseting í lógini um at binda fyri, soleiðis at bara SEV kann eiga netið og hava virksemi við elneti. 

Ein áseting, sum til dømis forðar fyri, at stóru fyritøkurnar fara at framleiða sín egna streym og kopla seg av samhaldsfasta netinum.

Lógin legði fót fyri Eysturlund, sum var ein ætlað vindmyllulund í Lambahaganum í Eysturoynni, ið Effo og Bakkafrost standa fyri, og sum skal framleiða streym, ið so skal flytast til Fuglafjarðar.

Verkætlanin varð steðgað við elveitingarlógini, men hetta ætlar nýggja samgongan eisini at broyta. 

í samgonguskjalinum stendir millum annað, at 

"Møguleiki skal vera hjá privatum at leggja net saman við SEV. Hetta eftir langtíðaravtalu millum partarnar, har SEV eigur netið."

Spurningurin er, um elveitingarlógin má rullast aftur, skal hetta gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604