- Tíðindi, mentan og ítróttur
Assad: Vit eru í kríggj

Umstríddi forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, sigur nú, at Sýrialand er í kríggj, sum hann ætlar at vinna.

- Krígsstøða er í landinum, og tá tú ert í kríggj, eigur alt at verða gjørt til tess at vinna tað, sigur al-Assad sambært sýrialendsku tíðindastovuni Sana.

Sostatt bendir alt á, at stríðið móti uppreistrardeildunum fer at harðna. Hildið verður, at 15.000 fólk eru deyð, og at í minsta lagi ein hálv millión fólk eru flýdd.

Assad vísir aftur áheitanini úr vesturheiminum um at leggja frá sær.

- Vesturheimurin tekur og letur ongantíð, og tað er prógvað, sigur sýrialendski forsetin.

USA heldur kortini, at forsetin er um at missa takið í landinum. Tað sigur ein talsmaður fyri Barack Obama, forseta, eftir at ein sýrialendskur generalur, tveir oberstar og fleiri enn 30 hermenn sunnudagin flýddu til Turkalands.

- Fleiri hernaðarleiðarar eru flýddir til Jordan og Turkalands, og tað er tekin um, at stjórnin er um at missa tamarhaldið, sigur talsmaðurin, Jay Carney.