- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnaðarflokkurin og SF stóra afturgongd

Bæði danski Javnaðarflokkurin og Sosialistiski Fólkaflokkurin eru lágt í metum hjá veljarunum eftir skattaavtaluna, sum varð gjørd í farnu viku.

Var val nú, hevði Javnaðarflokkurin bert fingið undirtøku frá 15,9 prosentum av veljarunum, og tað er søguliga vánaligt úrslit. SF hevði fingið 5,4 prosent av atkvøðunum.

Voxmeter hevur gjørt kanningina fyri Ritzau.

Á fólkatingsvalinum í fjør valdu 24,8 prosent Javnaðarflokkin, og 9,2 prosent valdu SF. Úrslitið í veljarakanningini hevði havt við sær, at Javnaðarflokkurin hevði fingið 28 umboð í fólkatingið. Flokkurin hevur í løtuni 44 sessir. SF hevði fingið níggju umboð, samanborið við tey 16, sum flokkurin hevur nú.

Radikali flokkurin hevði, sum tann einasti av stjórnarflokkunum, havt eina lítla framgongd.

Eindarlistin stóra framgongd

Eindarlistin, sum hevur verið stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevði havt eina munandi framgongd, 5,6 prosent, um val var nú, og hevði fingið 12,2 prosent av atkvøðunum.

Sambært kanningini hevði Eindarlistin verið fjórði størsti flokkur í fólkatinginum við 22 umboðum, og bert Danski Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Vinstrihøvdu verið størri.

Hóast Vinstri flokkurin eftir kanningini hevur eina lítla afturgongd, hevði flokkurin verið nógv størstur. Hann hevði fingið 34,9 prosent av atkvøðunum, samanborið við 26,7 prosent á valinum í fjør.