Norskur skipari: Føroyingar hava rætt til makrelin

Norskur skipari: Føroyingar hava rætt til makrelin
Arne Solheim, fyrrverandi skipari, sigur, at hann fær vaml, tá hann hoyrir norðmenn grundgeva so eintáttað fyri sínum krøvum
Fyrrverandi norski skiparin og reiðarin, Arne Solheim, heldur, at norðmenn fara alt ov illa við føroyingum í makrelmálinum.

27.06.2012 - 11:45

Norska fiskivinnan ger alt ov nógv av í stríðnum móti føroyingum um makrelin.

Tað heldur ein fyrrverandi norskur skipari og reiðari, sum hevur fiskað nógvan makrel í føroyskum sjógvi.

Norska blaðið Fiskeribladet/Fiskaren hevur í dag samrøðu við skiparan, Arne Solheim, sum heldur, at norska reiðarafelagið eigur at vera meira fyrikomandi mótvegis føroysku krøvunum, tí makrelurin hevur verið í føroyskum sjógvi í mong ár.

Arne Solheim hevur drúgvar royndir við makrelfiskiskapi í føroyskum sjógvi. Síðani sekstiárini hevur hann roynt eftir bæði makreli og sild um okkara leiðir og í íslendskum sjógvi.

Nógvur makrelur uppií

Arne Solheim greiðir í Fiskeribladet/Fiskaren frá, at longu í sekstiárunum, tá teir royndu eftir sild undir Íslandi og við Føroyar, var nógvur makrelur uppi í veiðuni. Tí áttu norskir myndugleikar at vitað, at makrelur altíð hevur verið í íslendskum og føroyskum sjógvi. Hetta er ikki nakað nýtt, tí veiðan varð fráboðað gjøgnum Norges Sildesalgslag.

Hann veit eisini at siga, at seint í sjeytiárunum staðfestu norsku nótaskipini, at makrelurin hvarv úr ES-sjógvi eystan fyri Hetland - tá funnu teir makrelin í føroyskum sjógvi.

Funnin í Smoguni

Arne Solheim veit eisini at siga, at í 1986, tá makrelurin hvarv úr norskum sjógvi, funnu teir hann í Smoguni norðan fyri Føroyar. Tí heldur hann, at norsku krøvini mótvegis hava verið eintáttað, tí makrelurin hevur ferðast langar leiðir í "fleiri Harrans ár", sum hann tekur til.

- Tí fái eg vaml, tá eg hoyri reiðarafelagið - Fiskebåtredernes Forbund - grundgeva so eintáttað fyri sínum krøvum, sigur Arne Solheim sambært Fiskeribladet/Fiskaren.

Blaðið hevur eisini tosað við skotska fiskimálaráðharran, Richard Lochhead, ið vitjaði norska starvsfelaga sín fyrr í vikuni.

Lochhead ásannar, at føroyingar og íslendingar hava eitt løgborið - legitimt - krav um part í kvotuni, men tað kann ikki halda fram sum nú, har føroyingar og íslendingar hótta makrelstovnin við at áseta sær so stórar kvotur, sigur skotski fiskimálaráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483