- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggir læknar sleppa bara at hyggja eftir

Nýklæktir læknar koma í
stórum talið inn á bretsku sjúkrahúsini í august. Ungir og uttan praktiskar
royndir skulu teir læra seg gerandislívið á einum sjúkrahúsi. Royndirnar við
hesum gera at nú seta bretskir heilsumyndugleikar í verk eina nýggja ætlan fyri
nýútbúnar læknar. Ætlanin kallast ?The shadowing period,? og byrjar í august.

Medisinski stjórin fyri
tí sum kallast National Health System, Bruce Keogh, professari, sigur í samrøðu
við BBC News, at skipanin verður sett í verk fyri at gera trygdin hjá
sjúklinginum skal vera í hásæti.

Gransking vísir at fleiri
sjúklingar doyggja í august tá nýklæktir læknar byrja á sjúkrahúsunum. Undir
sokallaðu ?the shadowing period? fáa teir ungu læknanir løn, men teir skulu
yvirhøvur fylgjast við einum royndum lækna, samstundis sum teir skulu læra seg
allar skipaninar sum eru á sjúkrahúsinum.

Nýggja skipanin er longu
roynd á fleiri sjúkrahúsum. Í Bristol eru mistøk framd av nýggjum læknanum
minkað við 52 prosentum í royndartíðini, skrivar BBC News.

<a href="http://www.dagensmedisin.no/nyheter/turnusleger-blir-fluer-pa-veggen/?ut...