- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin meiriluti fyri at friða hval

Tað eydnaðist ikki londunum á sunnaru hálvu at fáa eitt uppskot samtykt í altjóða hvalaveiðinevndini, IWC, um at skipa sunnara part av Atlantshavinum sum eitt náttúrurufriðland - reservat - fyri hvalir.

Altjóða hvalaveiðunevndin hevur leingi verið ósamd í hesum málinum, og ósemjan vísti seg aftur bert fáar tímar eftir, at ársfundurin í hvalaveiðunevndini byrjaði í Panama býi.

Argentina, Brasilia, Uruguay og Suðurafrika løgdu fram eitt uppskot um at friða alt sunnara Atlantshav fyri hvalaveiðu. Talan er um eina súmbolska skipan, tí eingin hvalaveiða frammanundan er á hesum leiðum.

38 limalond atkvøddu fyri uppskotinum, 21 ímóti, og tvey lond atkvøddu hvørki fyri ella ímóti.

Sambært skipanini hjá IWC skal eitt uppskot hava undirtøku frá 75 prosentum av londunum fyri at verða samtykt. Sostatt fall uppskotið.