Útisiglarar fegnast um at fáa serskipan

Útisiglarar fegnast um at fáa serskipan
Felagið hjá útisiglarum og teimum, sum arbeiða í frálandavinnuni, vóna, at uppskotið um pensjónsskattin verður samtykt
Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares, fegnast um broytingarnar í pensjónsskipanini, sum er á veg.

04.07.2012 - 09:56

Føroyingar, sum sigla við útlendskum farmaskipum ella arbeiða í frálandavinnuni, vóna nú, at løgtingið fer at samtykkja uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um pensjónsskattin.

Felag teirra, Antares, fegnast um loysnina, sum Fíggjarmálaráðið boðaði frá fríggjadagin.

- Vit taka undir við fráboðaðu loysnini og vóna, at løgtingið ger tað sama, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares.

Hann sigur, at nú trupulleikarnir við pensjónsskattingini tykjast loystir, vónar felagið, at greiða eisini fæst á inntøkuskattingina eftir ólavsøku.

Fíggjarmálaráðið kunngjørdi fríggjadagin, at føroyingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, kunnu sleppa undan, at eftirlønin verður skattað við inngjaldi. Lógaruppskot um hetta kemur í tingið á ólavsøku.

Serskipan

Uppskotið verður um eina serskipan, sum føroyingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, kunnu velja.

Taks hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella pensjónsfeløgum. Taks kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í føroysku rentutryggingarlógini, millum annað ásetingini um at skatta inngjaldið ásannar Fíggjarmálaráðið.

Eftir at lógarásetingin um skatting av eftirlønum við inngjald frá 1.juli 2012 eisini fevnir um útlendskar eftirlønarskipanir, kundu føroyingar, sum arbeiða uttanlands, komið í vanda fyri at fáa eina stóra eyka skattarokning. Eisini kundu tey í ringasta føri fingið eftirlønina skattaða tvær ferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843