Føroyskir lundar í djóragarðinum í Keypmannahavn

Føroyskir lundar í djóragarðinum í Keypmannahavn
Lundaegg úr Skúgvi eru klakt í djóragarðinum, og 17 pisur komu undan
Tað eru 75 ár síðani, at lundar úr Føroyum seinast vóru í djóragarðinum í Keypmannahavn.

06.07.2012 - 12:35

Lundar úr Skúgvi eru partur av nýggjum arktiskum øki, sum letur upp í djóragarðinum í Keypmannahavn.

Saman við álkum og lomvigum fara føroysku lundarnir at búgva í einum eftirgjørdum fuglabergi, har gras veksur, og lundaholur eru bygdar. Eisini sleppa lundarnir at svimja og kava eftir føði, sigur Flemming Nielsen, samskipari í djóragarðinum í Keypmannahavn.

Í fjør vár vóru djóraansarar úr djóragarðinum eftir 48 eggum í Skúgvi, sum síðani vórðu klakt í klekingarmaskinum í Danmark. Bert 17 pisur komu úr eggunum, og nakrar doyðu stutt eftir. Nú eru 12 ára gamlir lundar eftir, og teir hava tað gott, sigur Flemming Nielsen.

Tað eru 75 ár síðan, at lundar úr Føroyum vóru í djóragarðinum í Keypmannahavn.

Nýggja arktiska økið í djóragarðinum letur upp í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763