- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í Afganistan mótmæla avrættingum

Í dag hevur
verið eitt heilt óvanligt tiltak í afganska høvuðsstaðnum, Kabul. Afganskar
kvinnu hava nevniliga mótmælt einari almennari avrættan, har ein ung kvinna
varð ákærd fyri at hava verið ótrúgv.

Mótmæliskvinnurnar
gingu gjøgnum gøturnar í Kabul, har tær mótmæltu avrættingini, og kravdu
forsetan, Hamid Karzai, eftir fleiri rættindum til kvinnur.

- Vit krevja
rættvísi, róptu mótmælisfólkini, og nógv tey flestu vóru kvinnur.

22 ára gomul avrættað

Kvinnurnar mótmæltu,
at ein 22 ára gomul kvinna varð avrattað (hon varð skotin) herfyri. Í einari 3
min. langari sjónbandaupptøku sæst unga kvinnan liggja á knæ í dustinum, tá ein
maður við turban fer yvir ímóti henni.

Kvinnan varð
skotin við fimm skotum, meðan teir umleið 150 menninir, sum vóru staddir har,
sungu og fegnaðust. Hendingin fór fram í Parwan-landslutinum í Afganistan.

Almennar avrættingar vóru vanligar, tá Taliban sat við ræðið í Afganistan.

Unga kvinnan, sum varð avrættað, noktaði, tá verfamilja hennara vildi hava
hana at selja seg sum skøkja. Tað kostaði henni lívið.

Kelda: AFP