Óruddiligt punktum í Podgorica

Óruddiligt punktum í Podgorica
Føroysku kvinnurnar fingu oyruni í montonegrinsku maskinuna í fyrra hálvleiki, men vunnu seinna hálvleiki í óruddiligum tapi í síðsta EM-undankappingardystinum
Mynd: Kollektif  
 
12.04.2026 - 19:02

EM-plássið var væl og virðiliga tryggjað, áðrenn Føroyar fóru á vøllin ímóti Montenegro í síðsta undankappingardystinum hesa ferð.

Føroyingarnir vildu kortini seta eitt gott punktum fyri væl eydnaðu kappingina, við góðum avrikið í Podgorica, men hetta eydnaðist ikki til fulnar í 31-26 tapinum á Balkan.

Gamaní, endaliga úrslitið var ikki so galið, men laka avrikið í fyrra hálvleiki gjørdi, at dysturin var væl og virðiliga avgjørdur, tá komið var til hálvleiks.

 

Sluppu undan skrædli

Støðan í steðginum var 22-14 til heimaliðið, og tí gekk missiónin í seinna hálvleiki út upp á, at reisa seg og sleppa undan stórskrædli.

Júst tað eydnaðist, tí Føroyar vunnu 12-9 seinastu 30 minuttirnar. Tá skal sigast, at tær á heimaliðnum skiftu fleiri at sínum sterkastu spælarum út og giraðu væl og virðiliga niður.

Tað góða er, at tapið fær ongar avleiðingar, og vert er samstundis at minnast til, at Montenegro seinastu 10 árini hevur talst millum tey heilt stinnu hondbóltslondini í Evropa.

 

Triðja endaspælið í rað

Føroysku kvinnurnar kunnu og skulu fegnast um, at tær hava spælt seg til triðja endaspælið á rað. Hesa ferð uttan at at roknimaskinurnar skuldu brúkast til at finna útav, hvussu sá út millum trýararnar í teimum átta bólkunum.

Nei, hesa ferð endaðu Føroyar næstfremstar í einum bólki, sum sá meir enn hálvtrupul út, áðrenn fyrstu bóltarnir vóru kastaðir í oktober. Tað ber boð um framgongd, sum vónandi heldur fram komandi hálva árið, áðrenn spælast skal um evropameistaraheitið.

Hesa ferð var tað Ísland í tvídysti við Portugal um triðja plássið, sum mátti bíða til seinasta leikdag fyri at fáa greiðu á EM-lagnuni. Tað eydnaðist Íslandi at vinna, og grannarnir kunnu, eins og Føroyar gleða seg til desember.

 

Bemax Arena, Montenegro (EM-undankapping, 6. umfar)

Montenegro - Føroyar, 31-26 (22-14)

Føroyskir málskjúttar: Lív S. Poulsen 6, Marita Mortensen 3, Maria P. Nólsoy 3, Jana Mittún 3, Elsa Egholm 2, Bjarta Osberg Johansen 2, Rannvá Olsen 2, Súna Krossteig Hansen 2,  Natasja Hammer 1, Pernille Brandenborg 1, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118