- Tíðindi, mentan og ítróttur
Misnøgd við politistøðirnar

Borgarstjórarnir í Runavík og
Klaksvík tvíhalda um, at teir hava fingið lyfti um at bygnaðarbroytingarnar hjá
politinum ikki fóru at hava við sær verri tænastur fyri eysturoyingar og
norðoyingar.

-Tí
krevja vit, at politistøðirnar í Runavík og Klaksvík hava opið hvønn yrkadag,
og ikki sum ætlanin er, verða stongdar hvønn fríggjadag, sigur Magnus Rasmussen,
borgarstjóri í Runavík.

Borgarstjórarnir í Runavík og
Klaksvík krevja, at politiið veitir borgarunum tænastur, hvønn yrkadag.

Í felags, opnum brævi til
landsstýrismannin í innlendismálum og fútan krevja Magnus Rasmussen og Gunvá
við Keldu, at politistøðirnar í Runavík og Klaksvík veita borgarunum í økinum
betri tænastur, ítøkiliga við at hava opið hvønn yrkadag.

Vit hava í allan dag roynt at fáa
orðið á Karen Marie Olesen, fúta, men tað hevur ikki eydnast okkum.