- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið átalu

Heilsufrøðiliga Starvsstovan
brúkti næstan ein mánað um at viðgera eina umbøn um alment innlit. Hetta hóast
lógin sigur, at støða skal
takast til eina innlitsumbøn skjótast gjørligt.

Skjótast
tilber

Innlitslógin ásetur, at myndugleikin sum
skjótast skal gera av, um innlit verður givið, og hvussu hetta verður gjørt. Um
støða ikki er tikin til hetta innan 10 dagar frá tí, at umbønin er móttikin, skal
myndugleikin boða viðkomandi frá orsøkini til hetta, og nær ein avgerð er
væntandi.

Alt
ov leingi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk
innlitsumbønina tann 30. mai í ár, men avgerð verður ikki send til klagaran
fyrr enn 29. juni - tað vil siga 29 dagar seinni.

Hetta er alt ov leingi, heldur Umboðsmaðurin,
sum gevur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eina átalu fyri drálið. Umboðsmaðurin
sigur, at onki bendir á, at talan var um nakað serliga fløkjasligt ella torført
mál, og tí átti Starvsstovan at kunna avgreitt umbønina skjótari.