- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbuspreinging: Iran og Hisbollah fáa skyldina

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, sigur, at Ísrael hevur greið prógv fyri, at tað var Hisbollah, sum framdi atsóknina, og at tað var kollveltingarherurin í Iran, sum var heilin aftanfyri álopið. Hetta sama segði ísraelski forsætisráðharrin eisini longur seinnapartin í gjár.

Sjey fólk deyð

Tað var beint áðrenn klokkan fimm lokala tíð í gjár, at ein bumba brast í einum bussi á flogvøllinum í Burgas nærindis bulgarsku svartahavsstrondina.

Tað eru eitt sindur ymiskar fráboðanir um, hvussu nógv fólk doyðu í atsóknini. Summar tíðindastovur siga sjey, meðan aðrar vilja vera við, at átta eru deyð. Ísraelska blaðið, Haaretz, sigur, at sjey fólk doyðu í atsóknini. 32 fólk vórðu særd - hjá fleiri teirra stendur illa til.

Ferðafólk

Fólkini í bussinum vóru ferðafólk, sum júst vóru komin komin við einum flogfari úr Tel Aviv í Ísrael. Flestu av teimum deyðu og særdu eru ísraelar, sigur ísraelska uttanríkisráðið í eini fráboðan.

Myndugleikarnir í Bulgaria hava staðfest, at talan var um eina bumbu, og teir handfara málið sum eina yvirgangsatsókn, sigur bulgarska útvarpsstøðin BNR.

Myndugleikarnir siga, at tað var eitt sjálvmorðsbumbufólk, sum stóð fyri atsóknini. Persónurin hevði eitt falskt koyrikort úr USA við sær, segði innanríkisráðharrin, Tsvetan Tsvetanov, á tíðindafundi.

Líktist øðrum ferðafólkum

Og stutt áðrenn middag kundu fjølmiðlar almannakunngera sjónbandamyndir av einum manni, sum tey halda vera gerningsmaðurin. Hann kom fram á vakmyndatólum á flogvøllinum ein tíma áðrenn atsóknina. Maðurin líkist einum vanligum ferðafólki - hevur langt hár, er í stuttum buksum, kaskett og hevur rygsekk.

-Bulgaria fer at gera sítt ítarsta at finna orsøkirnar til hesa ræðuligu hendingina, sigur uttanríkisráðharrin, Nikolay Mladenov.

Amerikanski forsetin, barack Obama, fordømir hendingina, sum hann skýrir eina ráa yvirgangsatsókn.

-USA fer at standa saman við okkara sameindu og lata neyðugu hjálpina til at finna og revsa gerningsfólkini, sigur Obama, sum vissar um, at USA heldur rimmarfast um sínar skyldur at verja Ísrael.

Ísrael lovar hevnd

Ísrael fer at gera alt fyri at finna tey seku og revsa tey - bæði tey sum útintu álopið og tey, sum fyrireikaðu tað, sigur ísraelski verjumálaráðharrin og fyrrverandi formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Ehud Barak.

Ísrael hevur sent 8 fólk til Bulgaria at kanna vanlukkuna.

Burgas liggur við Svartahavið, og nógv fólk lenda við flogvøllin í Burgas, tá tey skulu til vælumtóktu strendurnar í økinum.