- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grava út fyri stórhyli í Vági

Byrjað varð at grava út í gjár. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.

Eftir ætlan skal vera liðugt at grava út í juli mánaði, og sjálv byggingin byrjar í august.

50 metra hylurin í Vági er fyrsti langhylur í Føroyum. Hann verður gjørdur inni á Oyrunum í Vági, eystan fyri Vágsverkið hjá SEV.

Talan verður um ein høvuðsbygning, sum er umleið 60 metrar langur og 22 metrar breiður, tilsamans umleið 1.300 fermetrar til støddar. Harumframt verður ein síðubygningur, sum í alt er umleið 600 fermetrar.