- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar sleppa kortini við at tosa um makrel

Fyrst í juli boðaðu Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur hjá ES, og Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri í Norra, frá, at ráðharrafundur millum ES, Norra og Ísland um makrel verður í London 3.september. Føroyar vóru ikki nevndar yvirhøvur í fráboðanini.

Men Útvarpið veit, at nú stendur føroyingum í boði at vera við kortini.

Norski samráðingarleiðarin tikið samband

Norski samráðingarleiðarin í makreltrætuni, Ann Kristin Westberg, hevur spurt føroyska samráðingarleiðaran, Andrass Kristiansen, um Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og embætisfólk hansara hava hug at koma til London at tosa um makrel fyrst í september.

Næsta samráðingarumfar, tað 14. seinastu trý árini, millum strandarlondini um makrel er annars ásett at vera 22. og 23.oktober í London.