Samkynt hjúnarlag: Løgtingið javntbýtt

Samkynt hjúnarlag: Løgtingið javntbýtt
Løgtingið er býtt í tveir nærum eins stórar bólkar í spurninginum, um samkynd skulu hava loyvi at giftast ella skrásetast
Løgtingið er býtt í tveir javnt stórar bólkar í málinum, um samkynd skulu hava loyvið at giftast ella ganga í skrásett parlag
 
01.08.2012 - 18:24

16 løgtingslimir taka undir við, at samkynd fáa loyvi at giftast. 15 taka ikki undir við samkyndum hjúnarløgum. Tveir løgtingslimir vilja ikki siga, hvørja støðu teir hava til spurningin. 

Allir flokkar uttan Framsókn og Miðflokkurin siga seg vilja lata tað vera upp til hvønn einstakan av tinglimum teirra, hvussu teir vilja atkvøða, tá eitt uppskot um samkynt parlag kemur fyri Løgtingið í næstum. 

Framsókn við uppskoti

Framsókn hevur boðað frá, at flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni um at seta eina lóg, sum loyvir samkyndum at ganga saman í skrásett parlag ella í hjúnarband, í gildi í Føroyum. 

Undan løgtingsvalinum í fjør spurdi LGBT - felagsskapurin hjá teimum samkyndu - øll valevni, hvørja støðu tey høvdu til spurningin um hjúnarlag millum samkynd. Ein listi við øllum teimum, ið svaraðu ja, varð síðani almannakunngjørdur. 

Tveir javntstórir partar

Kanningin hjá LGBT og eitt spurnarumfar hjá útvarpinum millum teir løgtingslimir, ið ikki longu hava sagt alment, hvørja støðu teir hava til spurningin, vísir, at Løgtingið er býtt í tveir nærum eins stórar bólkar, tá tað snýr seg um at geva samkyndum pørum somu borgarligu rættindi sum pørum við hvør sínum kyni. 

Fýra løgtingslimir úr samgonguni - tveir úr sambandsflokkinum og tveir úr fólkaflokkinum - taka undir við at geva samkyndum rætt at skrásetast sum pør.  

Tólv løgtingslimir úr andstøðuni taka undir við skrásettum hjúnarbandi. Umframt teir báðir tinglimirnar hjá Framsókn eru tað allir seks tinglimirnir hjá Tjóðveldi og fýra av seks tinglimum hjá Javnaðarflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167