- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarvið millum Jón og Pál endar

Samstarvið millum svimjaran, Pál Joensen, og venjara hansara, Jón Bjarnason, endar nú fyribils.

Tað skrivar Dimmalætting.

Teir báðir hava vant í fleiri ár til Olympisku leikirnar í ár, har Pál Joensen svam eina av sínum vánaligustu tíðum á 1500 metrum í farnu viku.

Og Jón Bjarnason dylir ikki fyri, at ætlanin var ikki, at samstarvið teirra millum skuldi enda soleiðis.

- Hetta var ein øgiliga keðiligur endi, sigur Jón Bjarnason við Dimmalætting.

Hóast tað ikki verður við sær sum venjara, so vónar Jón Bjarnason, at Pál Joensen verður at síggja á Olympisku leikunum í Rio de Janero um fýra ár.

Pál Joensen fer nú til Danmarkar at lesa.