Rætta løtan at gevast

Rætta løtan at gevast
Pia Kjærsgaard, sum hevur verið forkvinna í Danska Fólkaflokkinum í 17 ár, vísir á Kristian Thulesen Dahl, fólkatingsmann, sum nýggjan floksleiðara
Pia Kjræsgaard leggur frá sær sum forkvinna í Danska Fólkaflokkinum.

08.08.2012 - 12:24

- Hetta er rætta løtan at leggja frá sær.

Tað sigur Pia Kjærsgaard, sum á landsfundinum hjá Danska Fólkaflokkinum í september fer at leggja frá sær sum forkvinna. Hon vísir á Kristian Thulesen Dahl, fólkatingsmann, sum nýggjan formann í flokkinum.

Pia Kjærgaard sigur við Berlingske, at mangan leggja floksleiðarar frá sær, tí teir verða tvingaðir til tað, ella tí at teir hava tapt eitt val.

- Eg havi hugsað, at eina slíka støðu skal eg ikki koma í, sigur Pia Kjærsgaard.

28 ár í politikki

Hon hevur verið 28 ár í donskum politikki. Í 10 ár var hon politisk framsøgukvinna í Framburðsflokkinum, sum Mogens Glistrup stovnaði, og seinastu 17 árini hevur hon verið leiðari í Danska Fólkaflokkinum.

Kristian Thulesen Dahl, sum Pia Kjærsgaard vil hava sum eftirmann sín, var eisini við til at stovna Danska Fólkaflokkin í 1995.

Hóast Pia Kjærsgaard gevst sum floksleiðari, ætlar hon ikki at gevast í politikki. Hon stillar uppaftur til næsta fólkatingsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804