- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis vøkstur í lønargjaldingunum

Tað er framvegis vøkstur í lønargjaldingunum.

Í juli vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingarnar 605 milliónir krónur. Tað eru níggju milliónir fleiri enn í juni, og vøksturin er hálvt annað prosent, uppysir Hagstovan.

Síðani miðskeiðis í fjør eru fleiri lønir goldnar, og lønirnar í juli vóru tær mestu síðani apríl 2008.

Størsti vøkstur í fiski- og alivinnuni

Tað eru fiski- og alivinnan, sum hava havt størsta vøksturin seinasta hálva árið. Fiskivinnan rindaði umleið 110 milliónir krónur um mánaðin frá februar til mai, men í juni og juli var vøkstur, og meiri enn 120 milliónir krónur vórðu goldnar í lønum í fiski- og alivinnuni í juli.

Hinvegin hava byggivinnan og privatar tænastur staðið í stað seinasta hálva árið. Byggivinnan rindar umleið 70 milliónir krónur í lønum um mánaðin, og tænastuvinnurnar rinda áleið 195 milliónir. Almennar tænastur rinda nú umleið 215 milliónir krónur í lønum um mánaðin, og tað er eitt vet meiri enn fyri hálvum ári síðani, sigur Hagstovan.

Í februar var verkfall, sum hevði við sær, at almennu lønirnar vóru færri enn vanligt.